Home Vinnutíðindi Rúnar Reistrup nýggjur nevndarformaður í Vodafone

Rúnar Reistrup nýggjur nevndarformaður í Vodafone

by OML

Vodafone boðar í dag frá, at Rúnar Reistrup er settur sum nýggjur nevndarformaður fyri Vodafone Føroyar eftir Heiðar Guðjónsson, sum hevur verið formaður seinastu 2 árini. Nevndin metti, at tað var týdningarmikið at hava ein føroying í formanssessinum, og avgjørdi tí at umskipa seg.

Rúnar er 37 ára gamal, ættaður úr Havn og búsitandi í London, har hann starvast sum stjóri á Depop, ið er ein online sølumiðstøð á snildfonini. Hann hevur áður starvast sum stjóri fyri produkt-menning á Vodafone Global í London og var við til at byggja upp og selja donsku vakstrarfyritøkuna ZYB Technologies.

Í nevndini fyri Vodafone sita nú Rúnar Reistrup (formaður), Heiðar Guðjónsson (næstformaður) og Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line.

Vodafone

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.