Avlopsskattur og broyting av kontunummari Øll, sum sambært framskundaðu skattauppgerðini fyri 2015 hava goldið ov nógvan skatt, fáa avlopsskattin fluttan á kontu fríggjadagin, 18. mars 2016.
Kontunummarið, sum avlopsskatturin verður fluttur á, stendur á skattauppgerðini og sæst eisini á Borgaraglugganum. Hevur tú tørv á at broyta nummarið, kanst tú gera tað á Borgaraglugganum fram til 17. mars kl. 16. Tú kanst eisini senda okkum boð um tað við teldubrævi ella vanligum brævi. Tá er freistin 14. mars 2016.
Eftir 18. mars er avlopsskattur á kontu síðsta arbeiðsdag í triðju viku mánaðin eftir, at tú hevur latið inn sjálvuppgávu.
TAKS 3. mars 2016