Búskaparráðið kunngerð í morgun hálvárligu frágreiðing sína, og eins og hevur verið seinastu 2 árini, so hava Búskaparráðið og Hagstovan samstarvað um tekniska partin í metingina av búskapargongd og -útlitum fyri í ár og í 2017. Úrslitið av metingini verður í stuttum lýst niðanfyri, og fleiri tøl eru at finna í talvum í hagtalsgrunninum.
Metingin er framhald av uppgjørdum tjóðarroknskapi hjá Hagtovuni til og við 2013. Tískil er, við ásetingum av ávísum fortreytum, tjóðarroknskaparúrslit fyri árini eftir 2013 fingin til vega úr búskaparmyndlinum.
Fyri árini 2014 til 2017 verður framroknaður vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni (í ársins prísum) á ávikavist 5,8%, 6,2%, 5,3% og 2,9% Vøksturin fyri lønarútgjaldingarnar verður fyri somu ár roknaður til ávikavist 5,1%, 6,3%, 4,7% og 3,0%.
(trýst á talvur og mynd so tær gerast størri)
Av samlaða vøkstrinum í bruttotjóðarúrtøkuni í ár á 5,3%, stava 3,4% og 0,7% frá vøkstri í nýtslu hjá ávikavist privatum húsarhaldum og almenna geiranum (t.e. land og kommunur). Íløgurnar hjá landi hjá kommunum hava vakstrarískoyti í ár á tilsamans 1,4%. Næsta ár er tað serliga eftirspurningur eftir bæði nýtslu (1,9%) og íløgum (1,4%) hjá húsarhaldsgeiranum, ið heldur vøkstrinum uppi. Landsíløgurnar hava eitt ískoyti á 1% í samlaða vøksturin á 2,9%. Hetta merkir, at vøksturin seinastu árini, sum í størstan mun hevur stavað frá útlendskum eftirspurningi, væntandi í alsamt størri mun í ár og næsta ár kemur at stava frá innlendskum eftirspurningi.
Verður hugt at framleiðsluni (mynd 1) vísir framrokningin m.a., at allir vinnubólkar hava, eins og undanfarnu trý árini, positivt ískoyti til samlaða vøksturin í ár. Fiski- og alivinnan hava seinastu árini átt størsta lutin í lutfalsliga stóra samlaða vøkstrinum, men vakstrarískoyti hasar tó væntandi av í ár, og serliga í 2017, í mun til undanfarnu trý árini.
Tølini í framrokningini eru at finna í hagtalsgrunninum og nærri lýsing av fortreytum til framrokningina er at finna í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum.
Stutt um framrokningina í Búskaparmyndlinum hesaferð
Metingin verður gjørd við støði í stutttíðar búskaparmyndlinum hjá Hagstovu Føroya fyri tey ár, ið enn ikki eru uppgjørd í tjóðarroknskapinum. Hesaferð fevnir metingin um árini 2014, 2015, 2016 og 2017. Metingin hesaferð er partívs endurmeting av framrokning frá september í fjør, umframt at mett verður um útlit fyri 2017 fyri fyrstu ferð.
Grundarlagið til framrokningar í búskaparmyndlinum eru ymsar útgávur av tjóðarroknskaparuppgerðum hjá Hagstovuni. Til hesa framrokningina fyriliggur endaligur avstemmaður tjóðarroknskapur til og við 2009, umframt uppgerð av konti fyri framleiðslu og inntøkuskapan, býtt á geirar og vinnugreinar til og við 2013.
Framrokningar fyri árini 2014 til og við 2017 eru grundaðar á fortreytir viðvíkjandi øllum konti í tjóðarroknskapinum, men ávísar konti eru ikki uppgjørdar seinnu árini. Sostatt verður mett um ávísar partar av tjóðarroknskapinum frá 2010, m.a. býtið av uppruna inntøkuni, nýtslu og íløgur fyri ymsu geirarnar í búskapinum. Greiningararbeiðið og metingar fevna sostatt ikki einans um framtíðarútlit, men lagt verður upp fyri ókendum søguligum viðurskiftum eisini.
Kelda: Hagstova Føroya » 04. mars 2016 mynd 24.fo