Dugnaligi sangskrivarin verður við á ársins Summar Festivali
Hans Marius Ziska hevur, síðani hann ungur tannáringur, verið virkin í føroyskum tónleiki. Hann hevur spælt lívligan rock, hann hevur framført vakrar, stillar sangir, og í øllum meldrinum av tónleikasjangrum hevur hann altíð hildið fast um tann góða sangin.
Marius Ziska telist millum teir dugnaligastu sangskrivararnar í landinum, og serliga seinnu árini hevur hann flutt seg nógv og hevur skrivað framúr góðar sangir – bæði á føroysku máli og enskum máli.
Við einum sterkum bólki afturat sær hevur Marius Ziska veruligt flog og innihald í sínum framførslum, og hann kann verða rúnarbindandi á palli.
Marius Ziska er stutt og greitt føroyskur tónleikur á hægsta altjóða stigi, og í august spælir Marius Ziska á Summar Festivalinum í Klaksvík.
Område med vedhæftede filer
Vis eksempel af vedhæftet fil Skærmbillede 2016-03-03 kl. 09.21.47.png
Skærmbillede 2016-03-03 kl. 09.21.47.png