Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Óluva A. Joensen nummar tvey í Danmark

Í vikuskiftinum hevur Óluva A. Joensen saman við seks øðrum frá Treystinum luttikið í DM fyri ung.

Kappingin verður hildin í Skive og luttaka íðkararnir hjá Treysti fyri Vejle, tí talan er um danmarksmeistara-kapping og tí er neyðugt at luttaka í einum donskum felag. Teir sjey íðkararnir eru: Julian Gregersen, Gunnar Sivertsen, Hans Sivertsen, Oddvør Josephsen, Óluva A. Joensen, Maria Biskopstø og Birita Ryan. Tey stóðu seg øll væl í Íslandi fyri kortum, og nú skulu tey so kappast ímóti teimum bestu í Danmark. 540 íðkarar úr 41 feløgum er tilmeldaðir kappingina.

Óluva kappast í kúlustoyt 3 kg, gentur 14-15 ár. Har luttóku 18 tær bestu genturnar í Danmark. Óluva gjørdist nummar tvey og harvið vann hon silvur. Hon stoytti 11.77m, sum er hennara persónliga met og eisini føroyskt met.