Sjálvt um NEMA hevur selt part av “KT – menningardeildini”, so hevur NEMA framhaldandi menningardeild í Klaksvík. Á heimasíðuni hjá NEMA stendur:
Software Solutions deildin, sum hevur staðið fyri Oracle loysnum og størri sermentum skipanum, er seld til eitt nýtt felag, sum starvsfólkini á deildini hava stovnað. Vælkendu skipanirnar hjá Nema: Lundin, Løn og Klokka eru og verða framhaldandi mentar á menningardeildini hjá Nema sum er í Klaksvík.
Nógvir kundar eru glaðir fyri hesar skipanir og verða hesar støðugt mentar, so at tær liva upp til nútíðar krøv og tørv hjá einstaka kundanum.”