Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

EIK ósemjan

Í samband við at kendi bankamaðurin Jørn Astrup Hansen er farin úr nevndiní í EIK Var sagt í KVF soleiðis tann 18-02-2016 ið vit endurgeva her:

“Tað snýr ósemjan millum skattafrádráttin seg um

 Jørn Astrup Hansen er farin úr nevndini í EIK, tí hann er ósamdur við nevndina um skattafrádráttin.

EIK banki hevur fingið skattafrádrátt uppá 92 milliónir krónur, ein frádrátt sum Jørn Astrup Hansen heldur, at bankin ikki eigur, og tí er hann farin úr nevndini í EIK Banka.

Og tað merkisverda er, at uttanhýsis grannskoðarin KPMG ikki vil góðkenna frádráttin. Soleiðis tykist bankans egni grannskoðari eisini at vera ósemdur við nevndina.”   Tíðindir gjørd av Liljan Weihe – Bogi Godtfred 18.02.2016 – 20:09 kvf.fo  Innslagið kann síggjast her

Vit á 24.FO fara eisini at fylgja málinum og meta vit at alt ikki enn ikki er sagt í hesum stóra skattamálið.