Home Heim & Frítíð Fernisering í Mentamálaráðnum “Úr øllum ættum koma myndir”

Fernisering í Mentamálaráðnum “Úr øllum ættum koma myndir”

by OML

 

Anna Kathrina Højgaard, fødd úti á Reyni í 1954, letur upp forvitnisliga framsýning við fotomyndum í Mentamálaráðnum mikudagin tann 9. mars kl. 15.00 – 17.00.

Heitið á framsýningini er “Úr øllum ættum koma myndir”, og er tað við íblástri frá sanginum hjá Rasmusi Effersøe “Úr øllum ættum koma vindar”, sum tann dag í dag liggur djúpt í okkum føroyingum. Heitið lýsir framsýningina væl, tí veðrið hevur á ymiskan hátt stóran leiklut á flestu myndunum.

Anna Kathrina fór eftir lokið realprógv í ljósmyndalæru hjá Bambusi (Svend Poulsen) í Havn, har hon var í 2 ár, áðrenn hon fór niður til Danmarkar og gjørdi sína útbúgving lidna, t.v.s. tvey og eitt hálvt ár lærdi hon hjá donskum andlits- og reklamumyndatakarum.

Serliga er tað tíðin í Danmark, ið kom at mynda Onnu Kathrinu og hennara myndir nógv, tí  mitt í 70’unum komu nógv progressiv rák innan ljósmyndalistina. Eftir at hava lært alt grundleggjandi innan tað at taka myndir, so sum ljóslegging og ikki minst myrkakamararbeiði heima í Føroyum, fekk Anna Kathrina nýggjar og størri veingir av at síggja og læra nakað annað uttanlands. Hon bleiv liðug við meistaralæruna í 1975. Í Danmark arbeiddi Anna Kathrina eisini eitt skifti sum modell meðan hon var í læru, og lærdi hon sum myndatakari at súgva vitan til sín, tí tað vóru teir fremstu móta- og reklamumyndatakarar, ið hon arbeiddi fyri.

Anna Kathrina ynskti tó altíð at koma heim til Føroya aftur, og hevur hon síðan arbeitt sum freelance saman við t.d. teknistovuni hjá Ingvør Nólsøe í nógv ár. Hon hevur havt framsýningar eitt nú í Smiðjuni í Lítluvík, á Várframsýningum,  í Danmark og á Ólavsøkuframsýningum.

Eisini fekk Anna Kathrina stóran áhuga fyri grafikki, sum á nógvar mátar ikki liggur fjart frá minimalistiskum fotohátti. Til ferniseringina verður tónleikur við Bo Isholm at hoyra, og eru øll vælkomin.

Mentamálaráðið, 7. mars 2016

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.