Aktuella songkvinnan verður við á Summar Festivalinum í august
Songkvinnan og fjøllistakvinnan Laila av Reyni skal framføra á Summar Festivalinum í august.
Laila av Reyni gav fyri kortum út sína aðru útgávu, sum kallast Stay. Hetta er ein melankolsk elektropopútgáva, sum er ein ferð gjøgnum tónleik, kenslur og visuellu list. Laila tekur støði í samtíðini og teimum avbjóðingum, sum lívið hevur við sær.
Laila fer á Summar Festivalinum at hava framførslu, har hon umframt tónleikin eisini dregur aðrar partar av sínari list inn í framførsluna.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.
Leygarkvøldið á midnátt er seinasti møguleiki at keypa atgongumerki, áðrenn prísurin hækkar.