Avlopið eftir skatt er 24 mió. kr., sum er lakari enn væntað, men nøktandi hóast tað. Fyri skatt er úrslitið 29 mió. kr.
Orsøkin til lakara úrslitið er í høvuðsheitum niðurskrivingar av einstøkum lánum, sum gjørdust neyðugar í fjórða ársfjórðingi 2015, eins væl og øktar útreiðslur til KT. Harafturat síggjast rentulækkingarnar aftur í tølunum.
“Okkara aðalmál er at vera fremsta val føroyinga og m.a. tí hava vit lækkað lægstu bústaðarlánsrentuna við tilsamans 10 prosentum í 2015. Sigast má, at tað eru serliga føroysku bústaðareigararnir, sum njóta gott av herdu kappingini á bústaðarmarknaðinum”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.
Nettorentuinntøkur eru minkaðar nakað, og tað var væntandi orsakað av teimum rentulækkingum, sum Eik hevur framt serliga á bústaðarlánunum. Tó er minkingin í rentuinntøkunum úr 242 mió. kr. niður í 228 mió. kr. ikki so stór sum væntast kundi, hetta tí, at útlánini eru vaksin í sama tíðarskeiði. Stórur eftirspurningur er eftir lánum í Eik á privat- eins væl og á vinnuøkinum. Útlánini eru tískil vaksin úr 5,0 mia. kr. upp í 5,2 mia. Innlánini eru somuleiðis vaksin úr 6,0 mia. kr. upp í 6,6 mia. kr.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 8,1 mia. kr., sum er ein vøkstur uppá 534 mió. kr. Vøksturin kann í stóran mun førast aftur á vøksturin í ávikavist inn- og útlánum bankans.
Við árslok 2015 var solvensurin 21,6 prosent móti einum individuellum solvenstørvi á 11,3 prosent. Lógarkravdi solvensurin er 8 prosent.
Við árslok hevði Eik Banki ein yvirdekning uppá 176,5 prosent í mun til lógarkravda gjaldførið, og eginognin var knappar 1,3 mia. kr.
Bankin er væl fyri, og útlitini fyri komandi árið eru góð. Bankin væntar eitt avlop eftir skatt uppá 70-110 mió. kr. fyri árið 2016.
Árið 2015 í stuttum:
- Avlop eftir skatt er 24 mió. kr.
- Avlop fyri skatt er 29 mió. kr.
- Útlán bankans eru økt til 5,2 mia. kr.
- Innlán bankans eru økt til 6,6 mia. kr.
- Nettorentuinntøkur eru 228 mió. kr.
- Gjaldførið 176,5 prosent yvir lógarkravið
- Solvensurin er 21,6 prosent
Tak niður
kelda:eik.fo