Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nýggjur samstarvskarmur millum Føroyar og Grønland

 

Føroyar og Grønland styrkja nú formliga samstarvið landanna millum. Ein nýggjur samstarvskarmur – ein rammusáttmáli – skal setast í verk. Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum fyrrapartin í Tinganesi millum løgmann og Kim Kielsen, landsstýrisformann í Grønlandi. Ein liður í rammusáttmálanum verður, at løgmaður og landsstýrisformaðurin skulu hittast meira javnan.

– Grundarlagið undir nýggja samstarvskarminum er longu gjørt. Samstarvssáttmálin millum londini frá 2007 verður nú endurskoðaður og dagførdur, so hann gerst tíðarhóskandi. Føroyar og Grønland hava á fleiri økjum somu avbjóðingar, og eitt sterkari samstarv styrkir bæði londini, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Samstarvssáttmálin, sum Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Hans Enoksen, landsstýrisformaður, undirskrivaðu í Føroyum í 2007, var ein sáttmáli um vinnumenning, útbúgvingarmøguleikar, mentan og samstarv á fiskivinnuøkinum. Samstarvssáttmálin frá 2007 hevur higartil ikki økt stórvegis um samstarvið landanna millum.

– Eg síggi stórar møguleikar í einum tættari samstarvi. Eg bæði vóni og vænti, at samstarvið verður økt við dagførda sáttmálanum. Á fleiri økjum kunnu vit styrkja hvønn annan við einum felags stevi. Á øðrum økjum kunnu londini styðja hvønn annan, har vit í hvør sínum lagi longu standa sterk, vísir løgmaður á.

 

Myndir fra fundinum fyrrapartin: