Fleiri útróðrarbátar eru í tí støðu at teir mangla dagar, sjálvt um tað eru 5 mánaðir eftir av fiskiárinum. Samstundis eru tað fleir 1000 óbrúktir fiskidagar í skipanini.
M/B LÍÐHAMAR hevur 1 fiskidag eftir og eru tað eini 15 fólk ið hoyra til Bátin. 4 hoyra til skipið og eini 10 egnara á landi, og ikki at gloyma flakakvinnurnar, ið skulu framleiða eini 400 tons av toski og hýsu ið verður boðin út á fiskamarknaðinum frá einum útróðrarbáti. Bara ein útróðrarbátur rindar fleiri milliónir í lønum árliga.
Meginfelag Útróðrarmanna má taka um endan
Tað er at vóna at formaðurin og nevndin í Meginfelag Útróðrarmanna megna at venda gongdini og fáa teimum fáu í enn eru í útróðarvinnuni nøktandi karmar at virka undir.
Seinastu 3 árini eru tað einir 2.800 óbrúktir fiskidagar hjá útróðrarbátunum í bólki 4A – 15 til 40 BRT og bólki 4B 40-110 BRT.
Bert eini 25 fult riknir útróðrarbátar í Føroyum
Í fiskidagaskipanini eru tað fleiri túsund óbrúktir fiskidagar og í bólkinum upp til 15 BRT eru fleir túsund óbrúktir dagar.
Torført at fáa hendur á døgum
Útróðrarbátarnir ið eru fult riknir hava torført við at fáa hendur á døgum. Hetta tí at teir útróðrarbátar sum ikki hava brúkt 60% av sínum døgum í undanfarna fiskiárið, kunnu ikki lata ella leiga dagar til aðrar at nýta.
Mynduleikarnir gera einki
Sjálvt um útróður er við at fara fyri bakka so ger politiska skipanin einki fyri at betra um møguleikarnar hjá teimum fáu í enn fáast við útróður. Neyðugt er at geva fult riknum bátum hóskandi tal av døgum. Her og nú er neyðugt at avtaka 60% regulin so teir sum liggja á hesum døgum kunnu lata teir til teir í eru í vinnu.
Óli Lassen, reiðari & ábyrgdarstjóri á 24.fo