Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Skattamálið hjá Eik banki kann ávirka landskassan við 368 milliónum

Eivind Jacobsen

Alt eftir hvørja niðurstøðu Taks kemur til í málinum um sjálvuppgávuna hjá Eik, so tosa vit um sera stór tøl.

Taks er í ferð við at kanna sjálvuppgávuni hjá Eik Banka og eru bert 4 møgulig úrslit.

  1. Eik hevur rætt til frádrátt á 500 mió. svarandi til 92 mió. sum teir longu hava fingið.
  2. Eik hevur gjørt ein feil og skal gjalda 92 mió. í skatt.
  3. Eik hevur við grovum ósketni útreiðsluført 500 mió. Tað viðførur at Eik skal gjalda 92 mió. í skatti og 92 mió. í bót.
  4. Eik hevur framt lógarbrot við vilja. So skal Eik gjalda 92 mió. í skatti og 184 mió. í bót.

Út frá tí, sum eg havi kannað, og tað er so uttan viðmerkingar frá Eik, sum ikki ynskir at úttala seg, so verður úrslitið millum nummar. 3 og nummar 4. Tó skal viðmerkjast at Eik Banki meinar og hevur útala seg um at teir meina tað verður nr. 1

Tí er munurin, bæði fyri Eik og fyri Landskassan heilar 368 milliónir.

Hesa meting havi eg gjørt út frá §139 í skattalógini http://taks.fo/00007/00066/00197/

og út frá Rundskriv nr. 7 frá 10. november 1998 http://taks.fo/00007/00273/00468/

Rundskriv ásetur sektir í samband við grovt ósketni ella um brot er framt við vilja.

Tí er talan um stórsta skattamál nakrantíð í Føroyum, sum Taks sera skilagott hevur vent sær til Skat í Danmark fyri at hava onkran at umrøða málið við. Eisini tryggjar hetta, at tá ein niðurstøða verður gjørd, so verður trúvirði tað størri og vit sleppa undan at illgita um at teir í machet-knappum ikki fáa somu viðgerð sum onnur.

Vinarliga

Eivind Jacobsen

Strendur