Vit eru sannførdir um, at ein uppboðssøla av óveiddum fiski fer at gerast mønustingurin fyri føroyska fiskimannin, sigur Mortan Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, sum heitir á løgtingslimir um at atkvøða nei til uppboðssølu-uppskotið. Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum í morgin 31. mars.
Mortan Berjastein mælir teimum løgtingslimum, sum ikki eru fyri uppboðssølu av fiski, áðrenn hann er veiddur, til at atkvøða eftir egnari sannføring.
Í morgin, 31. mars, verður 2. viðgerð av løgtingsmálið nr. 51/2015: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavninum í 2016.
Nógv hevur verið tosað um at atkvøða eftir egnari sannføring og ikki, sjálvur meini eg, at man altíð eigur at gera tað.
Mortan G Berjastein
nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag
Tilvildarligar savnsmyndir 24.FO av fiskiskipum