Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Hald lagt á 2,6 kg av hashi

Mynd frá: Rigspolitiet

Seinastu 10 dagarnar, hevur Tollvaldið saman við politinum lagt hald á 2,6 kg av hashi, ið hevur eitt søluvirðið á svarta marknaðinum í Føroyum uppá tilsamans í minsta lagi 650.000 kr.

Leygardagin tann 26. marts 2016 kl. 20:35 (páskaaftan) bleiv ein 60 ára gamal maður handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann royndi at smugla 2 kg av hashi, sum hann goymdi í viðførinum.

Maðurin bleiv varðhaldsfongslaður 27. marts (1. páskadag) til 20. apríl, meðan nærri kanningar fara framm í málinum.

Í morgun kl. 05:35 bleiv ein 33 ára gamal maður handtikin umborð á Norrønu, har hann royndi at smugla 600 gram av hashi, sum hann goymdi í viðførinum.

Kl. 10:30 bleiv so ein 22 ára gamal maður handtikin í miðbýnum í Havn, tí hann var eigarin av hashinum.

Báðir menninir viðgingu seg sekar og vóru tíðliga seinnapartin í Føroya Rætti dømdir 2 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing hvør.

Jón Klein Olsen

varapolitiinspektørur