Longu í samgonguskjalinum lovaði samgongan at raðfesta bæði mentan og list í samgonguskeiðinum. Nýggjur tjóðpallur, mentanargrunnurin og søvnini skulu raðfestast, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú karmarnar eru lagdir fram.
Um trý ár skal Mentanargrunnur landsins verða komin upp um 10 milliónir krónur á fíggjarlógini, so fleiri listafólk kunnu fáa arbeiðsnáðir í ávíst áramál. Hetta er málið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, tí hon metir tað vera ov langt ímillum, at listafólk fáa arbeiðsnáðir í longri tíð.
Nú karmarnir fyri komandi ár verða viðgjørdir, sigur Rigmor Dam, at samgongan ætlar at umskipa grunnin, so leik og lærd skulu ikki søkja úr somu pulju, og sum heild at økja talið av áramálssettum starvslønum. Málið er tí at hækka játtanina úr teimum verandi 6,7 mió. kr. og upp í 10 mió. kr. komandi trý árini, ella við áleið einari millión árliga.
Mentamálaráðið er so smátt farið undir at fyrireika broytingar í skipanini kring grunnin, eitt nú í samstarvi við felagið hjá listafólkum, Lisa.
Søvnini eiga tørn
Játtanin til Søvn Landsins hevur staðið í stað í mong ár, eisini hóast uppgávurnar eru vorðnar væl fleiri. Hetta er harmiligt, tí fortreytin fyri, at samanleggingin av teimum fýra stovnunum til Søvn landsins fyri fimm árum skuldi eydnast var ein hægri játtan, dagført lógarverk og betri hølisumstøður.
-Tíverri mugu vit ásanna, at almennu Føroyar hava als ikki liva upp til tað, sum tá varð lovað, og hetta ávirkar sjálvandi stovnarnar og starvsfólkini, sigur landsstýriskvinnan. Hon harmast almikið um vána standin hjá søvnunum, og ætlar sær at raðfesta søvnini komandi árini, bæði játtanarliga og við at leggja størri orku í økið sum heild.
Tjóðpallur í eygsjón
Á løgusíðuni hevur Mentamálaráðið eina stóra verkætlan í umbúnað á mentanarøkinum. Landsstýrið hevur sett 60 mió. kr. av til tjóðleikhús á Skálatrøð. Fyrireikingarnar til tjóðleikhús eru longu í gongd, og miðjað verður eftir at seta spakan í í 2018, sigur landsstýriskvinnan. Møguliga verða aðrir aktørar eisini partur av verkætlanini.
-So hetta er ein serstakliga spennandi verkætlan, sum veruliga kann geva føroyska listaumhvørvinum betri umstøður, tí júst leiklistin er eyðkend av, at í henni rúmast allar aðrar listagreinir, líka frá tónleiki til skaldskap, sniðgeving og pallsmíð.
Mentamálaráðið, 5. februar 2016