Í dag 7. apríl fyllir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, 70 ár. Heðin varð føddur á Brekkunum í Trongisvági 7. apríl 1946. Reiðiliga farin í skúla flutti familjan til Havnar. Heimurin hjá Heðini gjørdist økið millum Kongabrúnna, Abbatrøð og Glaðsheygg, sum tá var eitt sera aktivt øki við kolasølu og sandsølu, har sum parkeringsplássið er nú.
Abbin, gamli Palle á Brekkunum í Trongisvági, var umframt at vera gamal skipari eisini bóndi, so Heðin vaks upp við djórahaldi. Í Havn rann hann tí aftaná øllum, sum høvdu seyð, gæs, høsn og hest, og sum heilt ungur skrivaði hann umsókn til kommununa um leigutrøð. Hana fekk hann kortini ikki, fyrrenn nærum kvarta øld seinni.
Har suðuri hevði Heðin gingið á universitetinum í Trongisvági – í fyrsta flokki hjá Elspu Vestergaard. Komin til Havnar fór hann at ganga í skúla á Vaglinum, í sama húsi, har hann nú situr sum borgarstjóri. Flutt varð seinni niðan í gula skúla.
Eftir skúlatíð var Heðin sera aktivur, rokaðist og lossaði á keiini, bar cement og hjálpti til hjá Balslev. Súkklaði dýnur inn og út fyri Fjøðurreinsaríið. Hann var skóti, fyrst úlvaungi, seinni skóti í Másanum í somu patrulju sum Poul Michelsen, gjørdist korporálur og so førari, sum tað kallaðist tá.
Hann slapp eisini við Tjaldrinum og fekk sjófartsbók. Men hann valdi ikki sjólívið. Ístaðin giftist hann sera ungur Hjørdis, dóttir Eriku og Alfred Egholm. Tey høvdu eitt gott ungdómslív í Havn, har møtiplássini vóru eitt nú Kondittaríið, Sjónleikarhúsið og Tórshøll.
Eftir at hann giftist við Hjørdis fluttu tey aftur niðan á Glaðsheygg, næstan á sama stað, hann byrjaði lívið í Havnini. Og har hava tey livað fram til dagin í dag, fingu 4 børn sum hava givið teimum nógv abba- og ommubørn.
Heðin hevur havt bát og hevur áður róð nógv út. Seyð hevur hann á trøðni í Havnardali saman við brøðrunum Hans og Erhardi – suðuroyarsperðilin er tiltikin – og gæsnar hava frælsi í Norðradali. Og so er hann grindamaður. Spesialistur í turrum tvøsti. Innløgumaður sum fáur.
Hóast torført var at fáa lærupláss, so fekk Heðin lærupláss sum maskin- og bilsmiður hjá Wenzel. Hann bleiv mekanikari og bleiv Ford-maður burturav, umframt serkønur Alpha Diesel-maður. Hann bleiv eisini útbúgvin bilsýnismaður og tryggingarmaður.
Hann arbeiddi sum mekanikari í 17 ár og á Tryggingini í nærum 30, hann hevur sitið í býráðnum í Havn í 45 ár, hann hevur sitið 7 ár á løgtingi, hann var formaður í Havnar Sjónleikarfelag í 6 ár og Havnar Róðrarfelag í 6 ár, Tórshavnar Ítróttarráð í 3 ár og hann hevur verið forseti ÍSF’s í 28 ár.
Heðin gjørdist Riddari av Dannebrog í 1991, fekk íslendska ISI heiðurskrossin í 1996, ÍSF-heiðurskrossin í 1999, gjørdist Riddari av Dannebrog af Første Grad í 2003 og fekk innivist í Kraks Blå Bog í 2010. Og tá fekk hann eisini hægsta heiðursmerki frá danska ítróttarsambandinum, DIF. Og um somu tíð varð hann valdur ársins leiðari.
Nú hann verður 70 hevur hann kunngjørt, at um hann heldur fram eitt skeið aftrat sum borgarstjóri eftir valið í heyst, so sigur hann løgtingssessin frá sær.
Kelda & mynd torshavn.fo
_______________________________________
24.FO ynskir Heðin Mortensen
Hjártaliga tillukku við degnum.
Heilsan
Óli M Lassen, ábyrgdarstjóri