Home Fólk & SamfelagPolitikkur Er keyp av innbúgvið til Heilsu- og Innlendismálaráðið bjóða út ?

Er keyp av innbúgvið til Heilsu- og Innlendismálaráðið bjóða út ?

by OML

Var innkeypsportalurin brúktur, tá landsstýriskvinnan valdi at bjóða innbúgvið til Heilsu- og Innlendismálaráðið út av nýggjum? Hetta spyr Jørgen Niclasen, tingmaður.

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um útboð av innbúgvi til skrivstovurnar hjá Heilsu- og inn­lendis­málaráðnum, settur landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.      Var innkeypsportalurin brúktur, tá landsstýriskvinnan valdi at bjóða innbúgvið til Heilsu- og Innlendismálaráðið út av nýggjum?

2.      Hvussu vóru tilboðini í mun til hvørt annað?

3.      Hvørjum tilboði valdi landsstýrismaðurin at taka av, og var tað tað bíligasta tilboðið?

Viðmerkingar:

Keypsportalurin hevur nú virkað í 2½ ár. 31. august í 2015 kom ársfrágreiðing fyri 2014. Har er røð av tilmælum.

Staðfest er, at landið hevur spart nógvan pening við hesum útbjóðingum.

Setti fyrispurning í november um eitt útboð, sum Heilsu- og innlendismálaráðið hevði, nevniliga til keyp av innbúgvi til sínar skrivstovur. Ráðið valdi ikki at brúka alment útboð, men vóru nakrir veitarar valdir út.

Í útboðstilfarinum stóð, at prísur bert vektaði 20% av tilboðnum. Tað er mestsum tað sama, sum at siga, at prísurin telur einki. Veitararnir fingu bert eina viku at koma við boði.

Eftir at spurningurin var reistur í Løgtinginum, valdið landsstýrismaðurin at taka boðið aftur og bjóða út av nýggjum. Nú skuldi prísur vekta meira.

Hetta landsstýrið sigur seg vilja loyva øllum at bjóða, men her má spyrjast um lands­stýrismaðurin valdi at nýta innkeypsportalin, t.v.s. alment bjóða út ella um lands­stýrismaðurin valdi endurtaka fyrra boð, har hon hevði valt nøkur útvald at bjóða upp á innbúgvið.

Tað skilst, at landsstýrismaðurin ikki tók av bíligasta boði.

Tí verður eisini spurt, hvussu príslegan var á ymisku tilboðunum í mun til hvørt annað og um landsstýriskvinnan valdi at taka av bíligasta tilboðnum.

Á Løgtingi,   8. apríl 2016

Jørgen Niclasen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.