Home Tíðindir Bilur flogin inn í eini sethús

Bilur flogin inn í eini sethús

by OML

Í dag umleið klokkan 15 hendi eitt ferðsluóhapp í Klaksvík, har ein bilur endaði inni í einum sethúsum. (Fleiri myndir undir greinini.)

Bilurin hevur rent gjøgnum ein garð og stakitt og er síðani farin fleiri metrar gjøgnum luftina og niður í eitt tún einar 3 metrar niður og so inn í eitt vindeyga í sethúsunum,  ið hava fingið skaða av hendingini.

Sum vit hava skilt IMG_6701tað, frá fólkið á staðnum, so er ein persónur farin við sjúkrabili á Klaksvíkar Sjúkrahús. Talan er um føraran av bilinum. Fólk á staðnum siga at bilførarin sigur seg ikki minnast hendingina, og tí kann talan verða um  bilførarin kann hava fingið eitt dánilsi. Men hetta er so óváttað tíðindir frá fólkið á staðnum.

24.fo – leygardagur, 9. apríl 2016

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.