Danski sosial- og innlendismálaráðharrin, Karen Ellemann, sigur í svari sínum til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, at sosial- og innlendismálaráðið er í gongd við at kanna, hvør besta loysnin er, so føroyingar, búsitandi í Føroyum, kunnu fáa atgongd til umsitingarlig cprnummur í samband við eitt nú sjúkraviðgerð ella útbúgving í Danmark.
Um føroyingar fáa atgongd til umsitingarlig cprnummur, so hevði hetta virkað til at beint burtur fleiri av teimum marknaforðingum, ið eru millum Føroyar og Danmark. Danska sosial- og innlendismálaráðið fer í tí sambandi at seta seg í samband við viðkomandi myndugleikar í Føroyum og í Danmark.
Les alt svarið her: http://www.ft.dk/samling/20151/almdel/fæu/spm/8/svar/1314142/1618072.pdf