Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Heilsan til Heilafelagið

Leygardagin 9. apríl var Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, á aðalfundi hjá Heilafelagnum og bar fram hesa heilsan:

Eg fari at takka tykkum fyri, at eg eri boðin at koma á aðalfund hjá Heilafelagnum í dag at siga nøkur orð um, hvørji tilboð eru til heilsaskadd á almannaøkinum í dag, og hvørjum arbeitt verður við.

Eg eri spent at síggja, hvørjum tit fara at koma við frameftir, og eg vóni at vit fáa eitt gott samstarv. Sjálvbodnir felagsskapir sum tykkara hava ein týdningarmiklan leiklut í samfelagnum. Vit hava brúk fyri tykkum.

Heilin hevur so ómetaliga stóran týdning fyri okkara eksistens sum menninskju. Ofta verður sagt, at heilin er høvuðsteldan í menniskjakroppinum, tí tað er har, øll sansainntøk verða móttikin, og kropsrørslurnar verða stýrdar. Við at brúka heilan, skapa vit minnir, samskifta og flyta  vit okkum. Fyri at siga tað heilt stutt, so er heilin tað organið, sum stýrir øllum funktiónunum í kroppinum.

Tit vita, at tá man verður raktur av einum skaða á heilan, verður lívið fullkomiliga kollvelt. Tað einu løtuna, er tú sjálvstøðugur og væl fyri – tí næstu er alt broytt – verumátin, førleikarnir, arbeiðsføri og leikluturin í familjuni.

Ein partur av tínum egna kroppi, kann gerast púra fremmandur fyri tær – ella evnini at tosa kunnu broytast – tað tú sigur, ljóðar kanska rætt fyri teg, men er óskiljandi fyri onnur. Knappliga hevur tú tørv á hjálp til at gera púra vanlig gerandisting. Tit vita eisini, at ein heilaskaði samstundis hevur stóra ávirkan á familjuna og tykkum, sum annars eru tí rakta nær.

Tá ið nakað so álvarsamt, sum ein heilaskaði, rakar, er kortini at fegnast um, at vit búgva í einum vælferðarsamfelagið, har grundstøðið undir sosialum arbeiði, er at menna og stuðla borgarum til størri sjálvbjargni – tað, sum vit eisini kallað “endurmenning”.

Í fleiri ár hava vit lagt stóran dent á at skipa tænasturnar, við tí fyri eyga, at hin einstaki gerst meira sjálvbjargin.

Á almannaøkinum verður arbeitt fyri at skapa virðilig kor fyri hin einstaka, har vit royna at geva  øllum ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Hetta er aðalmálið, og hóast langt er eftir á mál, so royna vit miðvíst at koma nærri málinum hvønn dag.

Tit kenna helst til fleiri av tilboðunum, sum vit hava á almannaøkinum í dag. Eg kann nevna dagtilhaldið ‘Heildin’, stuðulstænastu til heimabúgvandi, bil, hjálparráð og til ber eisini at gera tillagingar í egnum bústaði.

Umframt hetta, hevur Almannaverkið eina endurvenjingartænastu, har til ber at venja mistar førleikar upp aftur. Vit hava nakrar endurvenjingarstøðir kring landið, og hetta tilboðið er undir støðugari menning.

Fyrr í ár vóru vit vitni til eitt stórt frambrot í tí endurmenningartilgongdini, sum vit hava sett ferð á. Hetta var tá nýggja Hjálpar- og endurvenjingarmiðstøðin læt upp í nýggjum hølum, sum eru gjørd til endamálið. Eg síggi stórar møguleikar í endurvenjingini, og hetta er nakað, sum eg framhaldandi fari at raðfesta.

Tit vita helst, at endurvenjingin tíverri er trýbýtt: kommunur, Heilsuverkið og Almannaverkið. Mítt fokus er á, hvussu vit fáa skipað eina samanhangandi endurvenjing, har ongin borgari dettur ímillum skipanirnar. Einstaki borgarin skal ikki uppliva at tað eru fleiri skipanir. Vit skulu hava samskipan – ikki dupultfunktiónir

Í fororðunum til yrkingasavnið ‘hamskifti’, sigur Petur Pólson:

“Eg fari at læra meg at vera til. Onkursvegna. Soleiðis, sum eg ikki ætlaði tað. Onkursvegna. Men takksamur, tað eri eg. Sum So.”

Hetta er kjarnin í endurvenjingini. Tí, sum tit vita, skalt tú læra teg at vera til uppá ein annan máta,  aftaná ein heilaskaða, enn tú annars kennir til. Hóast tú missir førleikar, so ber ofta til at venja nógv upp aftur. Tú verður kanska ikki heilt, sum tú vart áðrenn skaðan, men tú kann gerast meira sjálvbjargin og virkin, bæði í heima-, í arbeiðslívi og í tínum frítíðarlívi.

Umframt endurvenjing, fari eg arbeiða fyri at kunna bjóða viðlíkahaldsvenjing.  Ein arbeiðsbólkur er settur til at orða ein tænastupolitik til fólk við serligum avbjóðingum. Arbeiðsbólkurin hevur eisini fingið til uppgávu at kanna um viðlíkahaldsvenjing eisini skal verða eitt tilboð, sum vit kunnu bjóða á almannaøkinum. Hetta er eisini høgt í míni raðfesting.

Ofta verður tosað um, at almennu skipanirnar eru sera tungar hjá borgarum at fáast við. (Hetta kunnu tit nokk øll nikka játtandi til.) mín visjón er, at allar tænastur – har til ber við fyrimuni – so líðandi verða skipaðar eftir sama leisti sum “Tann góða tilgongdin”.

Mítt ynski er, at fáa meiri einfaldar skipanir, soleiðis at tað verður lættari at vera borgari. Í hesum sambandi kann eg upplýsa, at arbeitt verður í løtuni við at fáa eitt gott samstarv um endurvenjing millum ymisku myndugleikarnar, soleiðis at ikki er neyðugt at ganga frá myndugleika til myndugleika fyri at fáa játta eina tænastu.

Eg fari eisini at arbeiða fyri at fáa betri bútilboð á almannaøkinum. Vit hava sett 60 mió. kr. av komandi fýra árini, og vit hava fingið eitt samstarv við Bústaðir. Ætlanin er at byggja fleiri og betri bústaðir til fólk við serligum tørvi, harundir eisini til fólk við heilaskaða. Avbjóðingin er at finna útav, hvussu vit á bestan hátt kunnu hava eitt gott bútilboð til fólk við heilaskaða um alt landið.

Hóast vit hava fleiri góð tilboð til borgarar við heilaskaða, so kunnu vit gera væl meira á hesum økinum. Eg vóni, at vit kunnu hava eitt gott samstarv framyvir, tí sum tað verður sagt: “Nothing about us, without us” – tað eru tit, sum vita, hvørji tilboð og tænastur eru best fyri tykkum.

At enda vil eg fegin lesa eina vakra yrking eftir nevndarlimi tykkara, Jógvan Telling Joensen, og um eg ikki taki feil, so var hann eisini ein av stigtakaranum til Heilafelagið. Eg haldi at henda yrkingin lýsir so væl støðuna hjá einum heilaskaddum:

  1. Eg varnist okkurt vakurt,
    tó at tað tykist fjart.
    Eg hoyri og eg síggi
    væl meir enn hvítt og svart.
    Nú lívsins litir fjølbroyttir
    reka tætt framvið.
    Eg haldi, at eg livi
    og lívið varar við.
  2. Er byrðan tung at bera,
    og niðanbrekka er?
    Ein uggi er, at andróður
    mentan mannin ger.
    Um sjógvur kastar av sær,
    tá ódnin balast kann.
    Lat tað ei sita á tær,
    at verðin frá tær rann!

 

Takk fyri! Og góðan aðalfund!
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum