Fríggjadagin 8. apríl hevði Ráðið fyri Ferðslutrygd ársfund í Perluni í havn, har kommunur og aðrir limir møttu til fundar. Nevndin varð øll afturvald, meðan nýggir varalimir vórðu valdir.
Á myndini: Jákup av Skarði, nevndarlimur (Føroya Lærarafelag), Viviann Johansen, varalimur (Trygd), Kári Thorsteinsson, nevndarformaður (løgreglumaður), Ingunn Eiriksdóttir, nevndalimur (Tórshavnar kommuna), Eiler Fagreklett, nevndarlimur (Tryggingarfelagið Føroyar), Lovisa Glerfoss, varalimur (Vága kommuna), Brynhild Høgnadóttir, stjóri í RFF, Armgarð Steinhólm, nærsformaður (Landsverk) og Mikkel Heide Frandsen, varalimur (Landsverk).