Home Tíðindir Lønargjaldingarnar 8,8% hægri fyrsta ársfjórðing í ár enn í fjør

Lønargjaldingarnar 8,8% hægri fyrsta ársfjórðing í ár enn í fjør

by OML

Aftur í fyrsta ársfjórðingi í ár tóku lønargjaldingarnar seg upp um 2 milliardir. Hetta er bert hent eina ferð áður, nevnliga í fjórða ársfjórðingi í fjør. Tilsamans vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 2.124 milliónir kr. fyrsta ársfjórðingin í ár, tað eru 29 mió. kr. ella 1,4% meira enn undanfarna ársfjórðingin. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør eru lønargjaldingarnar nú 176 mió. kr. ella 9% hægri.

Tá fíggjarkreppan rakti í 2008, minkaðu lønirnar, og ikki fyrr enn á heysti 2012 var fallið vunnið innaftur. Síðan var lítil og ongin broyting í eitt ár, men frá fjórða ársfjórðingi 2013 og til í dag hevur verið ein javnur vøkstur, og nú lønirnar tveir teir seinastu ársfjórðingarnar fóru upp um 2 milliardir, eru tær einar 300 milliónir hægri fyri hvønn ársfjórðing í mun til 2008.

 

Framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður fyrsti ársfjórðingur í 2016 samanborin  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Fyrsta ársfjórðing 2016 vórðu útgoldnar 2.021 milliónir kr. í lønum, og var hetta 163 milliónir meira enn fyrsta ársfjórðing 2015. Vøksturin er 8,8%. Eftir at lønirnar fullu í 2009 av fíggjarkreppu, var lønarvøksturin spakuliga veksandi, men serliga stórur vøkstur hevur verið trý tey síðstu árini: frá fyrsta ársfjórðingi í 2013 til 2014 var vøksturin 4,4%, frá 2014 til 2015 6,2% og nú frá 1. ársfj. í 2015 til 1. ársfj. í 2016 heili 8,8%.

Vøksturin hevur verið stórur í øllum høvuðsvinnubólkum, men serliga í tilfeingisvinnunum hevur vøksturin verið framúr, við yvir 20% frá 1. ársfj. í 2015 til 1. ársfj. í 2016. Eisini í byggivinnu o.a. tilvirking er vøksturin stórur við yvir 10%.  Í tænastuvinnunum var vøksturin nakað minni, við 5,7% í privatum tænastuvinnum og 4,4% í almennum tænastum.

 

Hýrurnar 27% hægri

Lønirnar skipaðar í einstakar vinnugreinar vísa, at tað er sera stór framgongd í hýrunum. Fyrsta ársfjórðing í ár eru hýrurnar 274 milliónir kr., tað er ein framgongd uppá 59 milliónir, sum svarar til ein vøkstur upp á heili 27,3%.

Í vinnuligum tænastum,  ali- og kryvjivirkjum, fiskavøruídnaði, byggivinnu og skipasmíði og øðrum smiðjuvirksemi er eisini stórur vøkstur, millum 10 og 14%.

Samantikið er vøkstur í øllum vinnugreinum uttan heilsu- og almannaverki, ið stendur í stað, og ráevnisvinnu, har tað er ein afturgongd á gott 7%.

Í talvuni niðanfyri eru vinnugreinarnar skipaðar eftir vøkstri, frá størsta til minsta.

 

Fleiri dagførd og útgreinaði tøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Hagstova Føroya » 12. apríl 2016

Tilvildarlig savnsmynd 24.FO

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.