Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Formansrøða úr Tinganesi, gestarøða úr Norra og undirhald úr Eysturoy

Aksel L Johannesen løgmaður. Mynd 24.FO

Um vikuskiftið hevur Javnaðarflokkurin sína fyrstu landsstevnu síðani hann tók við landsins leiðslu, og Aksel v. Johannesen skal sostatt greiða flokslimum frá, hvussu tað hevur gingist at halda tey lyfti, flokkurin gav undan valinum.

Gestarøðarin á landsstevnuni hesaferð verður eitt umboð fyri norska Arbeiðaraflokkin. Hann kallast Finn Jota, og fer at greiða frá politisku støðuni í Norra. Og so fer hann eisini at tosa um Arbeiðaraflokkin sjálvan – og tað er ikki minst áhugavert, tí meðan javnaðarflokkarnir í nøkrum norðurlondum eru í svárari kreppu, so er tann norski sera sterkur.

Tá talur og kjak er avgreitt verður veitsla, har m.a. “Fýra fýrar” fara at undirhalda.

Landsstevnan verður í skótahúsunum við Løkin í Runavík. Hon byrjar klokkan 19:00 fríggjakvøldið, og gestarøðarin fer á pallin klokkan 21:00.

Gestarøðan fríggjakvøldið kl. 21:00 og formansrøðan leygarmorgun kl. 10:00 verða stroyma á heimasíðuni www.j.fo.

Øll javnaðarhugað eru vælkomin – og Gekkurin nýtist ikki at fáa nakran at setast aftur, tí hann verður eisini vístur í Skótahúsinum.