Home Fólk & SamfelagPolitikkur Heimavirki ongan góðan í samgonguni

Heimavirki ongan góðan í samgonguni

by OML

Øll andstøðan í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum frá Fólkaflokkinum um at lætta um hjá heimavirkisfólki, samgongan sigur nei. Málið kemur til 2. viðgerð í løgtinginum í morgin.  

7. mars legði Fólkaflokkurin fram uppskot um. at taka burtur forðingar fyri føroyskum heimavirkis virksemi, ið eru í skatta og avgjaldslóggávu.

Uppskotið var væl móttikið í Løgtinginum undir 1. viðgerð, men nú fíggjarnevndin er liðug, hevur pípan fingið annað ljóð. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum, men vil parkera málið í eini av mongu nevndunum, sum landsstýrið er farið seta.

Meirvirðisgjaldslógin frítekur rithøvunda- og tónaskaldavirksemi og annað listarligt virksemi fyri meirvirðisgjald. Í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum verður verður upp at víðka hesa áseting til eisini at fevna um heimavirkisvirksemi.

Tímalønin fyri heimavirkið er sera lítil, kanska 10-15 krónur um tíman. Í uppskotinum verður skotið inntøka upp til 50.000 kr verðu skattafrítt og at innøka yvir 50.000 kr verður bruttoskatta við 15%. Tað skal verða valfrítt at nýta hesa skipan, tvs fólk kunnu halda fram í verandi skipan ella velja hesa.

Málið kemur til 2. viðgerð í morgin og tá fæst at vita um samgongan stendur saman um at fella málið. Øll andstøðuni í fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum og mælir løtinginum til at samtykkja tað.

Álitið hjá Fíggjarnevndini HER:

http://logting.fo/files/casestate/16133/084.15%20Alit%20mvg%20heimavirki.pdf

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum HER:

http://logting.fo/files/casestate/16129/084.15%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20meirvirdisgjald%20og%20ll.%20um%20aseting%20av%20skatti%20-%20Heimavirki.pdf

​Tilvildarlig savnsmynd

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.