Hetta sigur Eivind Jacobsen í viðtalu við 24.FO. Hann heldur tað er løgið at fjølmiðlarnir hava so torført við at viðgerða skattafrádráttin hjá Eik Banka. Eivind Jacobsen er radiovertur og arbeiðir eisini við undirsøkjandi fjølmiðlavirksemið / journalistikki.
Fjølmiðlar framvegis ávirkaðir av Tollmálinum
Eivind spyr á Facebook um “fjølmiðlar framvegis ávirkaðir av Tollmálinum og tora teir ikki at gera nakað, orsaka av avleiðingum fyri egnum starvi?”
Eivind heldur at sjónvarpið hjá KVF eigur at tosa við seg
“Annans vildi eg meint, at KVF átti at bjóða mær í studio, fyri saman við teimum, at greitt frá um málið. Hetta tí at eg og KVF hava fleiri skjøl enn Taks hevur og tí at vandi er fyri at Taks enn einaferð tekur støðu á einum óupplýstum grundarlagi.” (Lesarabræv fra Eivind Jacobsentil 24.FO)
Eivin Jacobsen hevur lagt eina grein út á ein bólk á Facebook: Samfelagsbúskapur og Politikkur í kann lesast við at trýsta her
Brot frá greinini hjá Eivind Jacobsen á Facebook
“Í 2016 noktaði Grannskoðarin at skriva undir roknskapin fyri 2015. (tvær ymiskar keldur) T.v.s. at Eksterni Grannskoðarin gjørdi greitt, at hann gjørdi eina áteking í roknskapin, um hesin av Taks játtaði Goodwill frádráttur var inntøkuførdur í roknskapin.
Tí eru 37 mio. avsettar í roknskapinum. Hetta sæst í Notu30, á síðu 48, sum vísur til ein post á síður 23 undir passiv í fíggjarstøðuni.
Nota 30 í ársroknskapi 2015 hjá Eik banka:”
Einki skattligt hall
“Harumframt kann prógvast, at Torben Nielsen og Gunnar í Liða fingur greitt at vita, at einki skattligt hall og einki goodwill var við í keypinum, eins og at Finansiel Stabilitet hevði goldið tær 514 milliónirnar. Sí ca 40 sekund til ca 1:20 í innslagnum.http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/02/18/20160218innslagumeik… Tí eru teir báðir ivaleyst samsekir.”
“Viðv. Rættinum til frádrátt er at siga, at Eik einki argument hevur ført fram um at Eik átti frádráttin, meðan øll skjøl hjá Eik sjálvum siga, at Eik ikki eigur frádráttin. Tí er hesin ÓDOKUMENTERAÐI pástandur hjá Eik ein roynd at bjarga tí í bjargast kann. T.d. at tippa fjølmiðlar.”
“Tí spyrji eg meg sjálvan, hvussu tað ber til, at vit ikki tosa um hetta heldur enn um Panama skjøl. Er tað tí at tað í Føroyum eru rættuliga álvarsligar avleiðingar av at ”fornerma” summi. Viðførur tað persónligar avleiðingar at tosa um hetta?”
“Hví tora fjølmiðlar ikki at tosa um hetta? Niðurstøðan hevur verið dokumentera og greið síðan 25 februar. Men eingin sigur nakað? Hví?”
Eivind heldur at 30 min í Kvf kann greiða málið
“Annans vildi eg meint, at KVF átti at bjóða mær í studio, fyri saman við teimum, at greitt frá um málið. Hetta tí at eg og KVF hava fleiri skjøl enn Taks hevur og tí at vandi er fyri at Taks enn einaferð tekur støðu á einum óupplýstum grundarlagi. Sjálvandi er nógv meira tilfar enn tað her er nevnt. Senda vit Taks tilfar, er vandi fyri at avdúka keldur uml. 95%, tí Eik hevur rætt til upplýsingar í sínum egna máli. Tað fær sjálvandi konsekvensir fyri keldur. Tí ber ikki til at senda Taks alt tilfar. Og tí hevði ein sending í KVF verið rætti mátin at vart keldurnar. Tað tekur kanska 4 tímar at framleiða og sendingin er max. 30 minuttir. Vildi meint at hetta var samfelagsskyldan hjá KVF.”
Eivind Jacobsen sigur at hann hevur tosa við fleiri grannskoðarar og advokatar um hetta mál og tí er han ikki í iva um, at Eik Banki ikki eigur skattafrádráttin uppá 90 milliónir krónur, sigur hann at enda í viðtalu við 24.FO.
Eg havi ikki tosa við Eik í hesum málið tí teir hava sagt við Rás 7 og KVF at teir ikki viðgerða málið meðan Taks kannar teirra skattafrádrátt.
Vit hava áður víst til í grein á 24.fo og part av tíð í hevur verið í miðlunum:
Grein frá 24.FO frá 5 apríl kann lesast her
KVF kundi bjóða EIK OG Eivind í studio
Tað er upplagt at okkara almenni tíðindaberi KVF bjóðar umboði fyri Eik Banka og fjølmiðlamanninum Eivind Jacobsen inn í studio at tosa um málið. Eins og tey í KVF kundi tosa við statsautoriseraðar grannskoðarar og skattaserfrøðingar fyri at fáa greiði á hvør hevur rætt í hesmu málið. Tey skuldu havt orkuna bæði fagligt og fíggjarligt.