Home Tíðindir Eik fór 500 milliónir eftir hæli frá fyrsta degi

Eik fór 500 milliónir eftir hæli frá fyrsta degi

by OML

Eik Banki yvirtók virksemið úr gamla Eik Banka, ið hevði eitt ásett virði á 11 milliardir krónur. Men ein endalig uppgerð av keypinum vísti, at ognirnar vóru 500 milliónir krónur minni verdar. Eik spurdi TAKS um loyvi at avskriva. TAKS játtaði, men so skeiklaðist málið í fjølmiðlunum til m.a. at eita villleiðing og snýt, sum leiðslan í Eik við hesum leggur doyin á at vísa aftur

Eik Banki var “føddur” við tveimum milliardum í eginpeningi, men tá felagið fór til gongu misti tað 500 milliónir krónur. Soleiðis ber til at lýsa fyrstu tíðina hjá Eik Banka, sum í heyst hevði fimm ár á baki.

Finansiel Stabilitet stovnaði bankan 12. oktober 2010 við tveimum milliardum í eginpeningi, sum vóru settar í bankan í reiðum peningi. Nýggi bankin yvirtók virksemið frá gamla Eik Banka sambært avtalu við virknaði frá 30. september 2010 kl 23.59.

Gamli bankin fór á húsagang, og nýggi bankin fór til verka við yvirtikna virkseminum, sum var mett til 11 milliardir krónur. Ein meting, sum var gjørd í gamla bankanum í framhaldi av, at Fíggjareftirlitið hevði verið á vitjan í september 2010 – fáar vikur frammanundan, at gamli Eik fór av knóranum um mánaðarskiftið september-oktober 2010.

Stovnanin gjørdist harvið eitt mark ímillum fortíð og framtíð, har Finansiel Stabilitet í sínum leikluti sum bankabjargari í danska ríkinum hevði lagt tvær milliardir krónur í nýggja Eik Banka. Finansiel Stabilitet var stovnað við fólkatingslóg sum partafelag, ið var undantikið skattskyldu, og sum harvið heldur ikki hevði rætt til skattafrádrátt ella avskrivingar. Seinni var Finansiel Stabilitet skipað sum almennur stovnur.

Í roynd og veru hevði Finansiel Stabilitet slept tveimum milliardum inn í føroyska bankaheimin, og so var tað annars uppgávan hjá nýggja Eik Banka at arbeiða víðari eftir galdandi reglum. Og tað hevur sanniliga verið arbeitt sambært galdandi reglum, og við hesum verða vístar aftur allar illgitingar um tilvitaða villleiðing og snýt, soleiðis sum einstaklingar og fjølmiðlar hava roynt at borið fram í yvirskriftum í almenna rúminum.

Nýggj virðismeting

Táverandi leiðslan í nýggja bankanum fór beinanvegin undir at meta um virðini, sum vóru yvirtikin frá gamla bankanum, av nýggjum. Tað var gjørt fyri at fáa fullvissu fyri virðunum í nýggja bankanum, soleiðis at ein byrjanarjavnvág, t.e. “åbningsbalance”, kundi staðfestast sum skjótast. Á tann hátt fekst trygd fyri, at bankin arbeiddi á sannroyndum grundarlagi frameftir, sum eisini skuldi leggja støðið undir fyrsta roknskapin.

Virðismetingin var liðug í apríl 2011, og tá var greitt, at virksemið í gamla bankanum, sum sambært fyrru metingini á 11 milliardir krónur, ið tók støði í vitjanini hjá Fíggjareftirlitinum í september 2010, var minkað 500 milliónir krónur niður í 10,5 milliardir krónur í nýggja bankanum, og tað var tískil ikki 11 milliardir krónur, sum hevði verið grundarlagið undir endurreisnini av Eik Banka.

Nýggi Eik Banki var við øðrum orðum farin 500 milliónir krónur eftir hæli í javnvágini millum ogn og skuld eftir stuttari tíð.

Talan er um 500 milliónir krónur, sum bankin var meira verdur á yvirtøkudegnum, men sum nú vóru horvnar. Nevnd og stjórn vóru sannførd um, at hesar 500 milliónirnar ikki bara kundu hvørva úr roknskapinum frá degi til dags, og tí var spurningurin, hvussu upphæddin skuldi handfarast í roknskapinum og í fyrstu sjálvuppgávuni, sum var sjálvuppgávan fyri 2011.

Í fyrstu atløgu var øll upphæddin skrivað í sjálvuppgávuna sum vanligt skattligt hall. Bankin ivaðist seinni í, um hetta var rætti framferðarhátturin, ella um upphæddin í staðin skuldi viðgerast eftir reglunum um skattligt goodwill, sum skal avskrivast yvir 10 ár.

Á sumri 2015 kom TAKS til ta niðurstøðu, at talan ikki var um vanligt skattligt hall, men at undirjavnvágin kann avskrivast sum skattligt goodwill. Upphæddin er, við loyvi frá TAKS, sett í sjálvuppgávurnar við virknaði frá fyrsta roknskaparári, fyri at bankin ikki skuldi missa rættindini til møguligar avskrivingar.

Ósemja um TAKS-avgerð

TAKS staðfesti í skrivi til Eik Banka, dagfest 30. juni 2015, at bankin skattliga kann avskriva undirjavnvágina sum goodwill, ið stavar frá, at núverandi Eik yvirtók virksemið í gamla Eik. Í krónum og oyrum er skattliga virðið á avskrivingini umleið 90 milliónir.

Avgerðin hjá TAKS var síðani løgd fyri nevndina í Eik Banka, og so skuldi ein hildið, at málið var avgreitt. Soleiðis skuldi tó ikki verða. Uttanhýsis grannskoðarin hjá bankanum og ein nevndarlimur, sum nú er fyrrverandi nevndarlimur, vóru ósamdir við TAKS.

Fyrrverandi nevndarlimurin, sum umboðaði Finansiel Stabilitet í nevndini, fór úr nevndini fyrr í ár, eftir at TF Holding keypti restina av bankanum frá Finansiel Stabilitet. Stutt eftir gjørdi fráfarni nevndarlimurin alment vart við, at hann ikki hevði viljað skrivað undir at avskriva undirjavnvágina sum goodwill.

Í fjølmiðlunum hevur hann hildið uppá, at um nakar skuldi havt rættin til avskrivingar, so skuldi tað verið Finansiel Stabilitet, sum upprunaliga setti pengarnar í endurreista bankan og bar tapið. Fyrrverandi nevndarlimurin heldur uppá, at tær 500 milliónirnar eftir hæli eru “einki” fyri Eik Banka, tó at tað er í Eik Banka, at eginpeningurin minkaði við hálvari milliard.

Nevnd og stjórn í Eik halda hinvegin uppá, at rætturin til avskrivingar av goodwill eigur at liggja inni í roknskapinum hjá Eik, tí tað er inni í Eik, at tær tvær milliardirnar og virðini frá gamla Eik fóru at virka. Tískil kann eingin uttan fyri endurreista bankan ákalla sær rættin at avskriva, og tær 500 milliónirnar kunnu ikki bara hvørva úr roknskapinum. Har er íkomin ein undirjávnvág, sum er “okkurt” fyri bankan.

Uttanhýsis grannskoðarin hjá Eik Banka hevur eina øðrvísi grundgeving enn fyrrverandi nevndarlimurin. Hann metir, at talan er um goodwill, men hann er ósamdur í virðinum á skattligum goodwill.

Greiði á málinum

TAKS tók málið til viðgerðar, eftir at Eik Banki bað skattamyndugleikarnar taka støðu til spurningin í 2013, tá ið sjálvuppgávan hjá Eik fyri 2012 skuldi latast inn. Tvey ár seinni kom TAKS, sum nevnt, til ta niðurstøðu, at Eik hevur loyvi at avskriva undirjavnvágina sum skattligt goodwill.

Eitt er púra greitt, og tað er, at hvørki nevnd, stjórn ella nakar annar í bankanum hevur nakran sum helst áhuga í einum frádrátti av órøttum. Eik hevur samskift við TAKS á ein hátt, sum tryggjar, at bankin einki skeivt hevur gjørt móvegis skattamyndugleikunum.

Tað er altumráðandi, at um bankin ikki hevur rætt til frádrátt, so skal hann sjálvandi ikki hava frádrátt. Hinvegin er tað eins umráðandi, at bankin ikki skal gjalda meiri í skatti, enn lógin krevur, og at bankin skal hava hendan frádráttin, um bankin hevur rætt til hann.

Heilt síðani 2010 hevur Eik Banki ikki viljað brúkt møguleikan at fremja avskrivingina í ársroknskapinum, fyrr enn TAKS hevði tikið avgerð i málinum. Avskrivingin er heldur ikki brúkt í roknskapinum fyri 2015. Uttanhýsis grannskoðanin er samd við bankanum í hesum. Eik Banki hevur stundir at bíða eftir nýggjari viðgerð hjá TAKS. Bankin vil bert hava greiði á málinum.

Eina ferð enn vísa vit aftur øllum skuldsetingum hjá fjølmiðlum og einstaklingum um tilvitaða villleiðing og snýt, sum byggja á einstøk skjøl og sjónarmið, ið als ikki vísa heildarmyndina av málinum. Í besta føri kann talan verða um fakligar ósemjur um handfaringina av undirjavnvágini.

Kelda:eik.fo

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.