Árið 2015 gjørdist enn eitt ár við framgongd fyri Smyril Line, og eitt ár við øktum virksemi.
Úrslitið fyri 2015 vísti eitt yvirskot á 52 mió. kr. í mun til 36 mió. í 2014, sostatt heldur framgongdin, ið hevur verið síðstu árini, áfram. Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið. Høvuðsorsøkin til betraða úrslitið er støðugur vøkstur í sølu felagsins og ein effektivur rakstur.
2015 var somuleiðis árið, har Smyril Line fyri fyrstu ferð hevur havt møguleika at rinda vinningsbýtið til okkara partaeigarar. Vinningsbýtið var 0,26 kr. fyri hvørja 1 kr. í partapeningi.
Yvirordnað kann staðfestast at flest allir pílar hava vent rætt, betri tænasta, hægri søla, fleiri ferðafólk, meira farmur og lægri oljuprísir. Somuleiðis fegnast felagið um, at vit ikki hava havt nøkur óhapp av týdningi og enn eitt ár har vit ikki hava havt nakran fólkaskaða av týdningi, hvørki á starvsfólk ella ferðafólk.
Vit kunnu staðfesta eina framgongd í ferðafólkasøluni á umleið 9%, harav beinleiðis ávirkanin av Sólarmyrkingini var 5 mió kr. Vøksturin annars kemur av, at vit samlað sæð hava økt ferðafólkasøluna við Norrønu.
Eins og árini frammanundan, hevði Smyril Line framgongd á útlendsku marknaðunum í 2015, og gongdin tykist at halda fram í 2016. Størsta framgongdin seinnu árini er á útlendsku marknaðum. Hetta hevur viðført, at 77% (2014: 73%) av okkara ferðafólkasølu liggur uttanfyri Føroyar. Týskland er stórsti einstaki marknaðurin og stendur fyri umleið 37% (2014: 35%) av samlaðu ferðafólkasøluni hjá felagnum.
Økta talið av ferðandi viðførdi hægri sølu umborð á Norrønu, men serliga hava okkara ferðafólk tikið væl ímóti øktu tænastuni og betraðu tilboðum, soleiðis at sølan til hvørt ferðafólk er hækkað við 6% í mun til 2014.
Eftir at Smyril Line av fíggjarligum orsøkum í 2006 útveitti alt farmavirksemið felagsins til Blue Water, varð á heysti 2014 gjørd avtalað um at Smyril Line yvirtók farmavirksemið hjá Blue Water í Føroyum og Íslandi per 1. Januar 2015.
Íløgan í farmavirksemið hevur sett stór krøv til felagið, men enn sum áður, er aðalmálið at seta kundan og hansara tørv í fokus. Megna vit hetta, síggja vit eisini góðar framtíðar vakstrarmøguleikar á hesum virkisøkinum.
Í 2015 hava vit somuleiðis økt um flotan hjá Smyril Line. Í summar keyptu vit farmaskipini Hvítanes og Eystnes. Vit kunnu nú bjóða okkum fram at flyta pelagiskan fisk bæði úr Føroyum og Íslandi, umframt at vit hava eina vikuliga komu og fráferð aftrat til og úr Føroyum. Skipini bæði hava verið í drift síðani oktober.
Samanumtikið hevur okkara farmavirksemið givið eitt gott íkast til raksturin av Smyril Line.
Styrkt kapitalgrundarlag og betur gjaldføri
Felagið fekk á heysti 2015 endurfíggja og umlagt partar av lánum felagsins, og tískil hava vit lagt langfreistaðu skuld felagsins í fasta legu fram til 2023, og við verandi rakstri eisini nøktandi gjaldføri og kapitalgrundarlagi.
Eginpeningur felagsins var við ársenda 2015 góðar 238 mió. kr og ein solvens á 39,5% og eini rentuberandi skuld í mun til úrslit áðrenn rentur og avskrivingar á 3,6.