Landsstevna Javnaðarfloksins fegnast um, at flokkurin aftur situr við landsins leiðslu, og um tey úrslit, sum longu eru rokkin eftir sjey mánaðum í Tinganesi.
Javnaðarflokkurin fór til val uppá einar rættvísari og meiri samhaldsfastar Føroyar, og fleiri týðandi stig eru longu tikin:
Pensiónistar hava fingið størri útgjald, tí samhaldsfasti er styrktur.
Familjur í fátækraváða hava fingið styrk.
Barsilsskipanin er longd.
Miðal og lægru inntøkurnar hava fingið skattalætta.
Landsstevnan fegnast um, at neyðugar íløgur nú verða gjørdar fyri at bøta um umstøðurnar hjá fólki við serligum avbjóðingum. At skúlaverkið verður ment. At mentanin verður lívgað. At umhvørvið verður raðfest. Og – ikki minst – at íløgur verða gjørdar kring landið.
Alt hetta er neyðugt, skulu vit røkka tí fremsta málinum av øllum: At fáa fólk at trívast, støðast og fjølgast í Føroyum.
Tað kostar – men prísurin er nógv hægri, um vit ikki standa okkum væl í kappingini um ungdómin.
Landsfundurin fegnast um, at samgongan hevur sett sær fyri at raðfesta barnafamiljur, ungdóm og útbúgving, eitt nú við at leingja barnsburðarfarloyvið upp í eitt ár, at hækka barnafrádráttin og lestrarstuðulin munandi og at bjóða fleiri útbúgvingar út kring landið.
Størsta uppgávan komandi tíðina verður at finna semju um eina fiskivinnunýskipan, sum tryggjar, at fiskiríkidømið eisini framyvir verður fólksins ogn, at veiðan er burðardygg, og at greiðar treytir áseta, at øll hava javnbjóðis rætt at troyta okkara fiskiríkidømi.
Tað er nógv ferð á búskapinum í løtuni. Tí mælir landsstevnan til at halda aftur við íløgum og útreiðslum, sum kunnu bíða til ferðin í privatu vinnuni makar. Eftir eitt skeið við ov heitum búskapi kemur altíð steðgur í, og tey, sum tá verða rakt, eru altíð tey, sum Javnaðarflokkurin skal verja.
Í øllum heiminum verður ríkidømi í dag savnað á alt færri hondum. Prísurin fyri henda ójavna er stórur. Ójavnin hevur við sær ein veikari búskap, størri ótryggleika og verri trivnað. Og tað ger ta kensluna av at hoyra saman, sum er samanhangsmegin í øllum sosialdemokratiskum samfeløgum, veikari.
Ójavnin er eisini vaksin í Føroyum seinnu árini. Tí heldur landsstevnan tað vera í tøkum tíma, at Føroyar aftur verða snaraðar á javnaðarkós. Tí Føroyar hava tørv á okkara hugsjón – enn sum áður.
Soleiðis samtykt 16. apríl 2016 í Skótahúsinum við Løkin
Landsstevna Javnaðarfloksins