Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Føroyingar eiga at avgera hvør skal hava loyvi at uppihalda sær í Føroya

Í dag hevði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum framløgu á ráðstevnu um yvirtøku av útlendingaøkinum, ið Javnaðarflokkurin á Fólkatingið skipaði fyri í Østrøm.

Í framløgu síni segði Poul Michelsen m.a. at tað er avgerandi fyri sjálvsavgerðarrættin hjá eini tjóð, at fólkið sjálvt kann avgera, hvør skal hava loyvi at uppihalda sær í landinum. Men í dag hava føroyingar ongan avgerðarrætt á økinum. Danska stjórnin ger lóggávuna á økinum, danskir myndugleikar umsita økið og harvið avgera danir hvør sleppur inn í landið. Tí skulu føroyingar yvirtaka útlendingaøkið.

Yvirtøka av útlendingaøkinum hevur verið ein sera drúgv tilgongd, og seinnu árini hevur spurningurin um Schengen og marknaðeftirlitið fylt nógv í kjakinum. Men tað er nógv sum bendir á, at tað ber til at loysa hendan knútin. Tí spurningurin um Schengen er kanska meiri tekniskur enn nakað annað, og sum landsstýrismaðurin sær málið, so snýr tað seg einamest um politiskan vilja og samstarv við danskar myndugleikar. Er viljin og samstarvshugurin til staðar, so fer tað at bera á mál at yvirtaka útlendingaøkið. Landsstýrið er í eini tilgongd við samráðingum við ES og danskar myndugleikar. Harumframt verða útgreiningar og fyrireikingar gjørdar í mun til lógargrundarlag, hvat krevst fyri at yvirtaka útlendingaøkið og hvussu økið skal skipast – eisini um Føroyar velja at taka móti flóttum.

Landsstýrið er komið væl áleiðis við hesum fyrireikandi arbeiði, og landsstýrismaðurin vónar, at í 2017 er klárt at leggja uppskotið, sum fremur yvirtøkuna í verki, til politiska støðutakan í løgtinginum.

Tað er alneyðugt, at hava eina skipaða integratión fyri teir útlendingar, sum koma til Føroya. Tað eru áleið 1300 útlendingar í Føroyum. Vit er noydd at skipa okkum betri, so tryggjað verður, at allir hesir borgarar gerast ein partur av føroyska samfelagnum. Tí fegnast landsstýrismaðurin um, at ein integratiónssamskipari er settur, sum hevur uppgávuna at skipa arbeiðið og at lýsa meiri neyvt, hvørji átøk skulu til, fyri at vit fáa eina væl virkandi integratión í Føroyum.

Vit eru, tá samanum kemur, í teirri hepnu støðu, at vit kunnu læra av øllum teimum feilum, sum onnur lond hava gjørt innan útlendingamál. Vit skylda okkum sjálvum og teimum sum koma til Føroyar, at hava eina væl umhugsaða skipan, sum tryggjar, at vit eru før fyri at taka ímóti og integrera útlendingar sum koma til Føroya, soleiðis at tey vera ein ágóði, og eitt tilfeingi, sum ger okkara land meiri fjølbroytt, meiri tolsamt og meiri litríkt.

Tað er í heila tikið avgerandi at vit hava eina skipan, sum er lagað til føroysk viðurskifti, okkara mentan, arbeiðsmarknað, okkara siðvenju og okkara tørv. Tað hava vit ikki í dag. Vit eru vertirnir, sum taka ímóti útlendskum gestum og tað má vera verturin, sum ásetir treytirnar og sum avger, hvørjum hann vil loyva inn um gátt og undir hvørjum umstøðum.

Í dag hava vit ikki so frætt vitanina um, hvør fær uppihaldsloyvi í Føroyum, hvør fær visum ella hvør fær arbeiðsloyvi. Hetta verður avgjørt av donskum myndugleikum, uttan at føroyskir myndugleikar verða kunnaðir. Ein slík skipan er ikki haldbar.

Tað er so grundleggjandi fyri eitt land, at ein sjálvur kann avgera, hvør skal sleppa at búgva, arbeiða ella ferðast í landinum. Tí er tað so umráðandi, at Føroyar umsitur og hevur fullan avgerðarrætt innan útlendingamál.” Segði landsstýrismaðurin millum annað í síni framløgu í dag.