Entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu víðkar um sítt virksemi og fer inn á asfalt-marknaðin. Umframt Landsverk eru fáir aktørar á hesum arbeiðsøkinum í Føroyum, og tí hevur fyritøkan júst gjørt stórar íløgur í nýggja útgerð til asfalt-arbeiði.
– Av tí at vit longu hava lastbilar, flutningsamboð og fleiri fólk í starvi, var tað upplagt hjá okkum eisini at bjóða okkum fram til asfalt-arbeiði, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton.
Nýggja útgerðin kom til landið í gjár, so nú er klárt hjá fyritøkuni í Norðragøtu at fara í gongd við asfalt-arbeiði. Talan er um útleggjarar, trumlir og onnur amboð, sum skulu til fyri at asfaltera vegir, parkeringspláss, tún o.a.
Fyri Kreton er hetta ein týðandi broyting, tí nú fer felagið frá at vera undirveitari til at vera heildarveitari til kommunur, fyritøkur og stovnar kring landið.