Home Heim & Frítíð Lena á Summar Festivalin

Lena á Summar Festivalin

by OML

Fløguaktuella songkvinnan spælir á landsins størsta tónleikatiltaki

Lena Anderssen er millum tær størstu tónlistakvinnurnar í Føroyum. Síðani seint í 1990’unum hevur hon sum solistur skrivað, útgivið og spælt tónleik heima og burturi. Hon hevur gjørt eina langa røð av frálíkum sangum, og tað hevur altíð verið dygd og tyngd í hennara tónleiki

Fyri kortum gav Lena sína fimtu – og mest persónligu – útgávu út. Útgávan kallast Eagle In The Sky og er enn ein framúr útgáva frá Lenu Anderssen, sum øll árini hevur arbeitt tætt saman við manni sínum Niclasi Johannesen um sangirnar og tónleikin.

Lena Anderssen er framúrskarandi á fløgu, men hon er eisini fantastisk á palli, har hon við innliving og góðum sambandi við áhoyrararnar spælir framúr konsertir.

– Lena hevur áður vitjað á Summar Festivalinum, og vit eru sera fegin um, at hon aftur í ár fer at hava konsert á festivalinum, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

Lena Anderssen fer at hava konsert í stóra tjaldinum á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.