Home VinnutíðindiFiskivinna Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2016 ásett

Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2016 ásett

by OML

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, ásett føroysku norðhavssildakvotuna fyri 2016.

HøgniHoydal-2015-redigNú semja ikki varð gjørd millum strandarlondini á heysti í 2015 um býtið av norðhavssild fyri 2016 og næstu árini, hava londini hvørt sær ásett kvotur fyri 2016.

Avgerð er tikin um, at føroyska norðhavssildakvotan í 2016 verður 56.087 tons.

Sambært fiskirættindasáttmálum við ávikavist Russland og Grønland lata Føroyar hesum londum 12.500 tons av føroysku norðhavssildakvotuni. Hjá føroyskum skipum verða sostatt 43.587 tons at fiska í 2016.

Kunngerð um norðhavssildafiskiskapin verður lýst í næstum.

kelda:fisk.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.