Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, ásett føroysku norðhavssildakvotuna fyri 2016.
Avgerð er tikin um, at føroyska norðhavssildakvotan í 2016 verður 56.087 tons.
Sambært fiskirættindasáttmálum við ávikavist Russland og Grønland lata Føroyar hesum londum 12.500 tons av føroysku norðhavssildakvotuni. Hjá føroyskum skipum verða sostatt 43.587 tons at fiska í 2016.
Kunngerð um norðhavssildafiskiskapin verður lýst í næstum.
kelda:fisk.fo