Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Maðurin, ið bleiv funnin druknaður sunnanfyri Føroyar í gjár er nú eyðmerktur

Druknaði maðurin, ið Brimil fann 76 fjóðringar sunnanfyri Akraberg í gjár kl. 13:00, er nú eyðmerktur.

Líkskoðan hevur verið seinnapartin í dag og har bleiv staðfest, at talan var um ein 61 ára gamal russara, ið leitað hevur verið eftir síðandi mánakvøldið tann 18. apríl 2016 kl. 17:00.

Russarin var við russiska trolaranum Lazumyy.

Tey avvarðandi eru kunnaði.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur