Fegnist um at landsstýrismaðurin ætlar sær at samskifta við allar neyðugar partar og fakliga vitan til tess í sambandi við fíggjarlógina fyri komandi ár at kunna leggja fram eina ætlan og fáa fyrstu játtan til eina dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum.
Svar til § 52a fyrispurning nr. 42/2015 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni
Fyrispurningur, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ætlanir at seta vindmátarar/veðurstøðir upp á leiðum, har sum skip og bátar vanliga sigla til og frá fiskiskapi, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
- Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlanir um at seta vindmátarar/veðurstøðir upp á leiðum, har sum skip og bátar vanliga sigla til og frá fiskiskapi?
Svar:
Talan er um eitt týðandi mál fyri útróður og fiskivinnu- og sjóvinnu sum heild, ið Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir tekur upp í hesum fyrispurningi.
Og eg havi avgjørt ætlanir um at bøta um veðurmáting og veðurtænastu í Føroyum. Í løtuni er fígging ikki fingin til vega til hetta endamál, men á komandi fíggjarlóg er ætlanin at biðja Løgtingið um fyrstu játtan til at fara undir eina dagføring og útbygging av veðurtænastu og neyðugari útgerð kring oyggjarnar.
Hetta ætli eg mær at gera við at leggja eina ætlan fyri eini útbygdari veðurtænastu, ið skal fremjast yvir eitt áramál. Henda ætlan skal bæði fevna um tøkniliga partin við veðurstøðum/mátingum, sum eru lættar at kunna seg við, og eisini um at seta veðurfrøðing í Føroyum.
At neyðugt er at fremja eina slíka ætlan, er eyðsýnt. Málsøkið “Veðurtænasta” varð yvirtikið tann 1. apríl 2009. Á yvirtøkudegnum vóru 4 veðurmátingarstøðir kring oyggjarnar. Hesar vóru staðsettar í Tórshavn, Fugloy, Akrabergi og í Mykinesi. Nøkur ár áðrenn yvirtøkuna varð veðurstøðin á Borðuni niðurløgd. DMI upplýsti tá, at hetta var orsakað av neyðugum sparingum á økinum.
Í dag hava vit framvegis hesar somu 4 veðurstøðirnar. Útgerðin, sum vit yvirtóku, var gomul, og hevur hon seinastu árini ikki verið nøktandi. Støðirnar serliga í Mykinesi og Fugloy hava ofta verið óvirknar. Tá tað ikki er so væl atkomandi serliga í Mykinesi, hevur hendan støðin av og á verið óvirkin í longri tíð.
Verandi veðurstøðir eru sostatt niðurslitnar, og fyrsta stigið er at skifta hesar, og síðani at seta neyvt út í kortið, hvørjar nýggjar støðir eru mest átrokandi og gagnligar at seta upp.
Samanumtikið ætli eg at samskifta við allar neyðugar partar og fakliga vitan til tess í sambandi við fíggjarlógina fyri komandi ár at kunna leggja fram eina ætlan og fáa fyrstu játtan til eina dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum.
Høgni Hoydal
landsstýrismaður