Mánadagin 25. apríl luttekur Poul Michelsen landsstýrismaður á flaggdagshaldi í Brússel, sum Sendistova Føroya til ES skipar fyri. Á tiltakinum fara eisini Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost og Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands at hava framløgur um føroyska alivinnu og ferðavinnu, og Leif Sørensen borðreiðir til móttøkuna.
Mikumorgunin 27. apríl er fundur millum landsstýrismannin og norska fiskimálaráðharran Per Sandberg um mál innan ali- og fiskivinnu.
Mikukvøldið luttekur landsstýrismaðurin á flaggdagshaldi í London, sum Sendistova Føroya í London skipar fyri. Meðan landsstýrismaðurin er í London skal hann eisini hava fundir við Arktisku tingnevndina, Føroyanevndina í bretska parlamentinum og bretska uttanríkisráðið.
Fríggjadagin hevur landsstýrismaðurin fund í Keypmannahavn við amerikanska sendimannin Rufus Gifford. Á skránni eru handilsviðurskifti landanna millum.