Home Heim & Frítíð Stór undirtøka fyri kórfestivali

Stór undirtøka fyri kórfestivali

by OML

Við umleið 180 sangarum man hetta felagskórið á  Kórfestivalinum 2016 vera eitt av størstu kórum, sum hevur framført í Norðurlandahúsinum

Ársins stóri kórfestivalur í Norðurlandahúsinum Dýra biðidag gekk av tí allarbesta. Heili 11 kór úr øllum landinum høvdu teknað seg til luttøku á festivalinum, ið eisini varð skipaður sum ein kapping millum kórini, eins og eitt stórt felagskór setti eitt stórsligið og virðiligt punktum fyri Kórsfestivalin 2016.

Í mong ár hevur  Kórsamband Føroya skipað fyri kórstevnum, sum hava verið hildnar yvir 2-3 dagar, men í fjør valdi Kórsambandið at broyta tiltakið og fara yvir til at halda tað ein dag. Hetta millum annað orsakað av, at undirtøkan seinnu árini hevur verið víkjandi. Samstundis broytti størsta tiltak føroyskum kórsangi at frama navn frá “stevnu” til “festival”, sum er meira í tráð við tíðarrákið.

Broytingin í fjør hepnaðist so mikið væl, at nevndin í Kórsambandi Føroya gjørdi av at halda fram við kórfestivalinum í ár, og aftur avmarka hann til tann eina dagin. Avgerðin hevur víst seg at verið røtt, eftirsum luttøkan í ár var upp aftur betri enn í fjør, tá 8 kór luttøku. Í ár vóru kórini 11 í tali. Somuleiðis vaks luttøkan í felagskórinum frá umleið 100 til heilt upp í 180 sangarar.

Eins og í fjør varð Kórfestivalurin 2016 skipaður sum ein kapping, har tað í ár vórðu latnar tvær virðislønir. Fyrsta virðisløn fyri bestu framførslu, har hugsað varð hugsað um eitt nú neyvleika (presisión), tónlistagávur og dynamikk. Eins og í fjør fór hendan virðislønin til Kamarkórið úr Havn, sum í dag fór til Írlands at luttaka í eini sangkapping.

Onnur virðisløn varð latin fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj, fjølbroytni og uppstilling. Tað vil siga at vísa nakað, sum gjørdi framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga. Í fjør streyk Glymur í Havn avstað við hesum heiðri, meðan virðislønin í ár varð latin Tarira úr Havn. Í dómsnevndini sótu Zacharias Sørensen, Ria Tórgarð og Jóan Pauli Joensen.

Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Tey 11 luttakandi kórini vóru Havnarkórið, Tórshavnar Manskór, Gøtu Kirkju Ungdómskór, Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Vágakórið, Kristiliga Sangkórið, Tarira, Aurora Borealis, Tórshavnar Kamarkór og Glymur.

Leiðari fyri felagskórið var Tóra Vestergaard, sum er ættað úr Froðba, men býr í Danmark. Uppgávuna við felagskórinum greiddi hon framúr væl. Tóra hevur útbúgving í sangpedagogikki og kórleiðslu frá Syddansk Musikkonservatorium, og eitt nú leiðir hon føroyska Húsakórið í Keypmannahavn.

­­­­­Umframt eina kórútseting hjá Tóru Vestergaard av sanginum “Eitt dýpi av dýrari tíð” við orðum eftir Jens Paula Heinesen og lagi eftir dóttrini, Elin Heinesen, og “Tá myrkrið køvir”, sum er yrking eftir Tórodd Poulsen, ið íslendingurin Hugi Guðmundsson gjørdi lag til í sambandi við eina útgávu hjá Mpiri í fjør, framførdi felagskórið eitt nýtt verk, “Tokið”, sum Tróndur Bogason hevur smíðað, meðan Øssur Johannesen hevur sett orð til.

Kórfestivalurin 2016 varð fyriskipaður í tøttum samstarvi millum Kórsamband Føroya og umboð fyri kór í Havn. Tórður Mikkelsen var frásøgumaður í Norðurlandahúsinum, og tiltakið endaði við eini veitslu í B36-húsinum fyri luttakarunum.

Um nakar ynskir at vita meira um kórfestivalin, kann viðkomandi seta seg í samband við Kára Bæk, formann í Kórsambandi Føroya, á tlf. 270142.
Vinarliga

Nevndin í Kórsambandi Føroya
og umboð fyri kór í Havn

Felagskórið avmyndað í Klingruni í Norðurlandahúsinum Dýra biðidag undir venjing, væl leitt av evnaríka kórleiðaranum, Tóru Vestergaard

Eins og Eystanljóð stjórnar Leif Hansen eisini Havnarkórinum

Tórshavnar Manskór verður stjórnað av Kára Bæk og Bjarna Restorff í felag

Gøtu Kirkju Ungdómskór við Símuni Hammer sum kórleiðara hevði ikki óvæntað nógv tann lægsta miðalaldurin á kórfestivalinum

Eins og við Glymur í Havn stjórnar Benjamin Gaasedal eisini Vestmanna Sangkóri

Leif Hansen stjórnar kórinum, Eystanljóð

Nýggjur kórleiðari hjá Vágakórinum er Sámal Matras Christiansen

Kristiliga Sangkórið var elsta kórið, ið luttók á Kórfestivalinum 2016. Hanus Joensen stjórnar kórinum

Tarira við Jóannesi Andreasen sum kórleiðara vann aðra virðislønina

Aurora Borealis við Ólavi Jøkladal sum kórleiðara

Tórshavnar Kamarkór við Bernharði Wilkinson á odda vann aðra av virðislønunum undir Kórfestivalinum 2016

Benjamin Gaasedal stjórnar bæði Vestmanna Sangkóri og havnarkórinum, Glymur, sum síggjast her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.