Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður fríggjadagin.
Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, til Grønlands.
Fundurin verður hildin við rubinnámið við Aappaluttoq. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur.
Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarv í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga.