Hósdagin 28. apríl helt Eyðgunn Samuelsen hesa røðu á ráðstevnu hjá KRIS:
Góðan morgun, og takk fyri, at eg varð boðin at siga nøkur orð at byrja henda dagin.
Og stóra takk, tit í KRIS, fyri, at tit skipa fyri og hava sett eina so áhugaverda og sera viðkomandi skrá saman.
Spennandi verður millum annað at hoyra, hvat kynsligur ágangur ger við kvinnur, sum eru við barn. At hoyra um, hvat hendir, tá mál um kynsligan ágang verða meldað. At hoyra formannin í Pedagogfelagnum greiða frá um tilbúgving.
Og så bliver det også interessant at høre, hvad Kuno Sørensen, psykolog fra Red Barnet, siger om børn og sexuelle overgreb, samt at høre hvad Lars Sørensen, forfatter og psykolog, siger om senfølger efter sexuelle overgreb.
Rigtig hjertelig velkommen til Færøerne, Kuno Sørensen og Lars Sørensen!
At kynsligur ágangur og siðamisbrot fara fram í Føroyum, vita vit. Hann fer fram í loyndum, og ofta eru tað fólk, vit hava álit á, sum fremja ágangin. Júst hetta ger, at hann er so serliga svárur og trupul at tosa um.
Kynsligur ágangur man vera mest pínufulla tabu, vit hava í okkara mentan.
Trupulleikarnir við kynsligari misnýtslu av børnum finnast í øllum samfeløgum, men í Føroyum hevur til fyri fáum árum síðani valdað larmandi tøgn um hetta.
Øll hava vit latið eygu og oyru aftur og latið staðið til – bæði myndugleikar og vit øll sum medmenniskju.
Eg gleðist tó um, at seinnu árini hevur verið tosað meira um kynsligan ágang, enn nakrantíð áður. Í dag kunnu vit tíbetur tosa opið um viðurskifti, sum fyri fáum árum síðani ikki vórðu tikin uppá tungu – og als ikki í almenna rúminum.
Hesin opinleiki hevur ivaleyst havt við sær, at fleiri hava fingið dirvi at siga frá áganginum og at leita sær hjálp.
Eg eri sannførd um, at tá talan er um kynsligan ágang, eins og um annan ágang og harðskap, er tað ógvuliga týdningarmikið, at vit tora at seta orð á. At vit tora at tosa um tað, sum er óunniligt og pínufult.
Tí fegnist eg um at kunning, upplýsing og opinleiki hava fingið nógva rúmd í arbeiðinum at basa harðskapi, sum hevur verið sett á dagsskránna seinastu árini, OG um at arbeiðið at seta í verk átøkini í heildarætlanini um kynsligan ágang byrjar í hesum árinum.
Í hesum sambandi fari eg at takka tykkum í KRIS fyri áhugan og viljan at veita holl ráð og íkast í sambandi við, at henda heildarætlan varð gjørd.
Vit hava í samgonguni raðfest hetta økið. Eitt viðgerðartilboð til teirra, sum hava seinárin orsakað av kynsligum ágangi í barnaárunum er á veg og byrjar eftir ætlan í ár.
Hetta verður eitt ókeypis, alment tilboð um sálarfrøðiliga hjálp til vaksin fólk, sum stríðast við seinárin, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi, tá tey vóru børn.
Hetta tilboð fer so at koma afturat tí ráðgeving og hjálp, sum tit í KRIS í nógv ár hava veitt óteljandi føroyingum.
Hesum stóra arbeiði halda tit vónandi og væntandi fram við.
Tað er trupult at meta um, júst hvussu stórur tørvurin á viðgerð og hjálp fyri seinárin er í Føroyum.
Tí hóast vit vita, hvussu nógv mál verða meldað til løgregluna og hvussu nógv fólk leita sær hjálp hjá KRIS, eru tey ivaleyst nógv, sum ikki tora ella megna at siga frá og at biðja um hjálp.
Í øllum førum er nógv, sum bendir á ein stóran tørv. Kanska ikki tí, at kynsligur ágangur er vaksandi, men heldur tí at opinleikin í samfelagnum er vorðin størri, enn hann hevur verið – og tað er gott!
Kynsligur ágangur móti børnum er ikki nakað nýtt. Tað nýggja er, at vit í dag tora og duga at tosa um ágangin.
Millum annað tykkum fyri at takka, hava alt fleiri offur stigið fram seinastu árini og kravt, at okkurt hendir.
Tað er ómetaliga torført at stíga fram í einum lítlum samfelag, sum tí føroyska. Sambondini eru so tøtt, og ein avdúking av kynsligum ágangi kann vera hóttandi, ja beinleiðis oyðileggjandi fyri felagsskapin.
At fleiri eru, sum hóast tað velja at stíga fram og siga sína søgu, er tess djarvari, og hetta er ein greiður boðskapur um, at her má okkurt henda.
KRIS er eitt lýsandi dømi um, at tá tað gongur ov seint hjá tí almenna, eru privatar kreftir, sum taka yvir.
Við tykkara áhaldni og treiskni, hava tit flutt ómetaliga nógv tann rætta vegin! Tit hava varpað ljós á ein ovurstóran trupulleika og tit hava torað at tosa um tey tingini, sum flestu okkara hava ilt við at taka støðu til og enn verri við at tosa um.
Tað er einki yvir at dylja, at almennu Føroyar alt ov leingi hava vent blinda eyganum til.
Tit í KRIS eiga tykkara lut í, at støðan so við og við broytist og batnar.
Takk fyri, at tit so ótroyttiliga, áhaldandi og treisk varpa ljós á hetta viðkvæma evnið!
Góða ráðstevnu!