Tað nógva av tí sum sjóðar kring fiskivinnustýring og ætlaðar nýskipanir har, snýr seg kanska mest um orð og makt — hóast tað skal eitast at snúgva seg um alt frá raðfesting av stovnsrøkt til rættvíst býti av ríkidømi (give me a break).
Tað kann vera bæði frustrerandi og stuttligt hvørt um annað, alt eftir hvussu lagið er kanska, at uppliva okkara tíðindamiðlar í ymiskum høpi. Tað almenna Kringvarpið hevur yvir eina tíð havt koyrandi eitt fyri mong fangandi — um enn í tí stóra rættiliga ósamanhangandi — tema um fiskivinnuna í dramatiseraðum formati, fyri ikki at siga krimiseriu stíli. Hetta er bygt upp við illa goymdum ideologiskum støði í nøkrum úttalilsum frá ávísum búskaparfrøðingum sum í fleiri ár vórðu trummað út bæði hendan og handan vegin, har Miðlahúsið í Vágsbotni ikki hevur spart upp á blekkið fyri at stuðla upp undir somu frásøgn. Nú alt hetta bryggið hevur fingið góða tíð til at gera — og væl man vera drukkið av løginum — er tíðin helst komin til at heysta politiskar fruktir av tí fræi sum so íðuliga varð sátt í jørðildi Føroya fólks.