Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Ein blanding ið vil nakað

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Tað nógva av tí sum sjóðar kring fiskivinnustýring og ætlaðar nýskipanir har, snýr seg kanska mest um orð og makt — hóast tað skal eitast at snúgva seg um alt frá raðfesting av stovnsrøkt til rættvíst býti av ríkidømi (give me a break). 

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Tað kann vera bæði frustrerandi og stuttligt hvørt um annað, alt eftir hvussu lagið er kanska, at uppliva okkara tíðindamiðlar í ymiskum høpi. Tað almenna Kringvarpið hevur yvir eina tíð havt koyrandi eitt fyri mong fangandi — um enn í tí stóra rættiliga ósamanhangandi — tema um fiskivinnuna í dramatiseraðum formati, fyri ikki at siga krimiseriu stíli. Hetta er bygt upp við illa goymdum ideologiskum støði í nøkrum úttalilsum frá ávísum búskaparfrøðingum sum í fleiri ár vórðu trummað út bæði hendan og handan vegin, har Miðlahúsið í Vágsbotni ikki hevur spart upp á blekkið fyri at stuðla upp undir somu frásøgn. Nú alt hetta bryggið hevur fingið góða tíð til at gera — og væl man vera drukkið av løginum — er tíðin helst komin til at heysta politiskar fruktir av tí fræi sum so íðuliga varð sátt í jørðildi Føroya fólks.

Og tað er ein blanding av Guds náði. Her er tað eydnast at mixa tjóðskaparligan yl við reyðgrøna kravmentan av Flatlondum, aftur við javnrættinda idealismu fyri vinnulívsfólk, og ikki at forgloyma eina salta portión av deiliga óskilligari búskaparligari teori sum eisini er tveitt inn. Sostatt er eftir øllum at døma latið upp fyri fullum álopi á høvuðsvinnuna úr øllum hugsandi ættum. Soleiðis ber til at umdefinera eina fiskiklógv til: ein kraddara; fiskireiðarar sum hava staðið seg væl í nøkur ár til: oligarkar; sjálvdestruktiva innanhýsis kapping um fiskiloyvir til: vanligar marknaðartreytir; skuld hjá landskassanum til: ovurstór ogn hjá fýra reiðaríum. George Orwell hevði eitt orð fyri tílíkum: newspeak.
Tað tykist ikki at koma mikrofonhaldarum og referentum á nevndu miðlum til hugsa at taka atlit til, enn minni seta kritiskar spurningar til, hvønn leiklut ella hvørji búskaparlig áhugamál politikararnir kunnu hava í samanhanginum, í kraft av júst sínum politisku størvum. Har verður líkasum bara gingið út frá tí formella, nevniliga at politikararnir “umboða fólkið” via Løgtingið. Har steðgar tráðurin, hóast tað er púra greitt at politikararnir eisini eru vanlig fólk og tí eisini umboða egin áhugamál — teir hava priviligeraða atgongd til ein stóran landskassa sum teir, næstan per definitón eftirhondini, javnan vilja pumpa pengar í (taka frá summum) og úr (geva summum).
Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2016/04/ein-blanding-av-guds-nai.html#more
Mynd 24.fo