Tá ið eg, nú ein dagin, kom aftur til Føroya og stóð á rampuni á flogvøllinum, kendist luftin so óvanliga frísk og klár.
Komin til hús, fór eg at lesa bløðini. Sá beinanvegin eina grein, um at Astrup var farin úr nevndini í Eik. Roknaði við, at Astrup var givin vegna aldur. Nakað, sum átti at verið hent fyri fleiri árum síðan.
Eftir góðum etiskum og moralskum reglum, ”Corporate Governance”, so átti Astrup, sum fyrrverandi stjóri, ongantíð at verðið valdur í nevndina hjá Eik.
Las víðari og kom fram til, at Astrup var givin, tí hann var ósamdur um skattauppgerðina hjá Eik. Hann metir, at Eik hevur ikki rætt til ein frádrátt, sum teir hava fingið frá Taks. Hvakk við – er hetta sami Astrup, ið eg kenni frá fyrr av? Setti meg at hugsa eina løtu, um henda nýggja “moralens vogter”. Tók ein blýant og fór at skriva niður nakrar hendingar, ið komu mær til hugs, í samband við Astrup. Ikki gekk long tíð, so var blaðið, ið skriva var á, fult. Lítið, fyri ikki at siga einki, sást til moral í niðurskrivaðu linjunum. Skal eftirfylgjandi nevna fýra av hendingunum, ið komu mær í huga hesa løtu. (Skattamálið hjá Eik, er hesum skrivi óviðkomandi).
Nú nógv verður tosa um marknaðir, marknaðaratgongd og virðisvøkstur – kom eg at hugsa um Faroe Seafood Grimsby.
Undir kreppuni fyrst í 1990-árunum, var Faroe Seafood í stórum trupulleikum. Ein umskipan var í gongd, men túrurin var ikki komin til deildina í Grimsby. Men tá var tað sum í sanginum hjá Kim Larsen ”midt om natten”, møguliga í Middelfart, tá tekur Astrup og selur virkið, Faroe Seafood Grimsby, til táverandi nevndarformenn í ávikavist Føroya Banka og í Faroe Seafood. Ein almennur banki ger ein klokkukláran insidera-handil. Sama uppskrift sum hjá olegarkunum í Russlandi. ”Utroligt!” Føroysk virðisskapan í Bretlandi bleiv søga eftir einari nátt. Moralur – eingin.
Faroe Seafood var í 2010 (meðan eg sjálvur var stjóri), í stórum trupulleikum. Tó var ein loysn fyri framman – millum høvuðskreditorarnar, Eik og gamla Kaupthing. Men sama vikuskiftið, sum loysnin skuldi staðfestast, fór Eik á húsagang. Astrup kom heim, til at verða stjóri í Eik.
Kann verða, at hann hugsaði, at nú var ”gengældelsens time” komin – eftir at Faroe Seafood nøkur ár frammanundan hevði skift bankasamband frá Føroya Banka, har Astrup tá var stjóri, til Kaupthing. Eg veit, at Astrup fundaðist við nevndarformannin í Faroe Seafood, Inga Højgaard. Hvat teir fundaðust um, veit eg av góðum grundum ikki, tí eg hevði ongan fund við Astrup um Faroe Seafood, hóast eg bað um fund við hann, um hetta málið.
Tann 3. desember 2010 steðgaði Eik/Astrup rakstrarkredittinum hjá Faroe Seafood, og felagið fór á húsagang. Tá ið Faroe Seafood fór á húsagang, var støðan rímiliga einføld. Har vóru næstan eingir vanligir kreditorar. Øll lønarkrøv vóru ajour og allar vanligar rokningar goldnar. Um nakar vilji var hjá bankasambondunum, at finna eina loysn, so var hetta lutfalsliga einfalt.
Eik valdi Inga Højgaard, nevndarformannin í Faroe Seafood, til bústjóra. Hetta forkláraði eina undarliga støðu, ið vit høvdu upplivað áðrenn húsagangin. Nevniliga at nevndarformaðurin boðaði frá, at hann fór einki aktivt at gera, fyri at Faroe Seafood kundi fáa eina loysn. Helt annars, at fremsta uppgáva hjá einum nevndarformanni var at arbeiða fyri felagsins besta.
Sigast má, at valið av bústjóra kom sera óvart á. Sum nevndarformaður var Ingi Højgaard inhabilur at verða bústjóri eftir konkurslógini §238. Til tann, ið hevur áhuga, sí úrskurð frá Eystara Landsrætti, UfR 2002 233. Harafturat starvaðist Ingi Højgaard hjá tí advokatefelag, ið hevði havt øll málini, ið eg kann minnast, hjá Faroe Seafood/United Seafood (við undantak av einum). Moralur – eingin.
Tað verður tosað nógv um virðisvøkstur í uppsjóvarvinnuni. Eik átti, saman við feløgum hjá uppisjóvarvinnuni í Gøtu og í Fuglafirði, uppsjóvarvirkið í Kollafirði.
Hetta virkið kláraði seg ikki fíggjarliga. Møguliga tí at vinnuligu eigararnir landaðu ov lítið til virkið. Haldi, at vinnuligu eigararnir høvdu ta niðurstøðu, at eingin makrelur var í føroyskum sjógvi. Ná, men líkamikið – virkið í Kollafirði fór á húsagang og endaði hjá Eik. Hetta hendi, áðrenn Føroyar uppsøgdu makrelavtaluna. Eik gjørdi síðan eina leiguavtalu við Hanus Hansen og hollendarar um virkið. Henda avtala var galdandi, tá ið Eik fór á húsagang.
Tá ið Føroyar uppsøgdu makrelavtaluna – og føroyingar eftir tað høvdu fiskað stórar nøgdir av makreli í føroyskum sjógvi – ja, tá visti hvørt mansbarn, at tað var nógvur uppsjóvarfiskur í føroyskum øki. Sjálvt reiðaríini í uppsjóvarvinnuni noyddust tá at koma til bekennilsi. Virðini vóru øgilig. Men henda støðan tóktist als ikki at rína við Astrup. Um aldurin hjá Astrup hevur havt við sær, at hann ikki fekk við, hvat ið gekk fyri seg, veit eg ikki. Tí uttan at blunka tók Astrup og seldi (gav) hollendarum virkið í Kollafirði. Moralur – eingin.
Tá ið Faroe Seafood fór á húsagang í 2010, hevði EIK eitt lán í skipunum hjá Faroe Fish II (fyrr Beta). Tað lánið var triði veðrættur á góðar 21 mill kr í skipunum Róki og Lerki. Móðurfelagið veðhelt fyri hesum láni. Hesi skip vóru lutfalsliga nýggj. Tá ið skipini vórðu keypt, var endamálið at royna at fiska øðrvísi enn tað vanliga. Av tí sama hava hesi skipini nógv størst togmegi í tí føroyska botnfiskaflotanum – og eru sostatt eisini best egnað til at trola eftir uppisjóðarfiski.
Áðrenn bústjórarnir fóru undir at selja aktivini, tók Astrup og seldi hetta lánið til Varðan fyri umleið 5 milliónir krónur. Haldi, at Astrup hevur verið minst ein túr við Finni Fríða, ið Varðin eigur. Hetta er mær kunnugt einasta lán uppá skip í botnfiskaflotanum, ið kunnu fiska makrel (tey bestu), sum ein banki hevur mist pengar uppá. Astrup setti sama húsagang, sum hann sjálvur hevði kravt, úr gildi; og soleiðis gav hann útvaldum keyparunum ein fyrimun uppá 16-17 mill. kr. til at keypa skipini eftir Faroe Seafood. Varðin seldi síðan hetta lán aftur fyri góðar 21 mill kr. (full upphædd) til eitt samtak við Varðanum og Framherja/Samherja (sí sendingina um EIK, og m.a. Eystfallsker, har Astrup luttekur).
Tað nyttar lítið at fýlast at oligarkum um dagin, fyri síðan at skapa teir um náttina. Moralur – eingin.
Við handlum sum seinastu dømini vísa á so er einki at siga til, at nógvir pengar blivu mistir uppá EIK.
Tað má verða upp til hvønn einstakan at meta um, hví Astrup handlaði, sum hann gjørdi. Var tað Nepotisma? Presenilitetur? Vánaligt bankahandverk? Kanska visti hann ikki betur? Ella okkurt annað?
Hvør veit – kanska er Astrup nú eitt gott dømi um tað gamla danska orðatakið, sum sigur, at ”da fanden blev gammel, gik han i kloster”.
Fari at enda at ynskja Astrup við familju alt tað besta framyvir og vóni – nú moralurin er í hásæti – at tað fer at eydnast honum at fáa rætt í, um ikki annað, onkrari av teimum sakum, ið hann hevur koyrandi.
Vinarliga
Meinhard Jacobsen
P.S.
Nú vil onkur freistast til at siga: ”Tú ert argur, tí hann koyrdi tykkum á húsagang.” Til tað vil eg siga: Ja, eitt sindur argur, men sera harmur um øll okkara dugnaligu starvsfólk á Faroe Seafood, sum upp undir jól 2010 blivu rakt av einum húsagangi, ið eftir mínari bestu sannføring var púra óneyðugur.