Home Fólk & Samfelag Atlantic Airways fleiri ferðandi higartil í ár, hóast færri ferðandi vóru í apríl

Atlantic Airways fleiri ferðandi higartil í ár, hóast færri ferðandi vóru í apríl

by OML

Higartil í ár hava 73.900 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru 9 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Av tí at páskirnar lógu tíðliga í ár, vóru 2 prosent færri við rutuflogførum okkara í apríl.

Teir fyrstu 4 mánaðirnar í ár vóru tilsamans 73.900 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru 9 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 67.700 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

19.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í apríl, og tað er 2 prosent færri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør. Ferðafólkatalið í apríl er ávirkað av, at øll páskaferðslan í ár lá í mars mánaði.

Í apríl varð flogið rættstundis í 92 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 7 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 100 prosent. Higartil í ár er flogið rættstundis í 87 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 7 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015.

  Í summar ber til at ferðast beinleiðis úr Føroyum til níggju ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh, Barcelona, Mallorka og Kreta.

 Vinaliga

Atlantic Airways

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.