Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nú ber til at útflyta fisk til Ísraels

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í eini tíð verið í eini tilgongd og samskifti við Food Control Services í Ísrael, og er nú latið upp fyri, at føroyskur fiskur kann útflytast til Ísraels.

Seinnu árini hava Føroyar havt nakað av útflutningi til Ísraels. Men í 2013 broyttu myndugleikarnir í Ísrael mannagongdir, og setti fram krav um serstakar heilsuváttanir. Síðani tá hevur eingin útflutningur verið úr Føroyum til Ísrael. Vinnan hevur ynskt at fingið hesi viðurskifti í lag, tí møguleiki er fyri øktum handli. Serliga er tað laksur og saltfiskur, sum hevur áhuga.

Myndugleikarnir í báðum londunum eru komnir ásamt um heilsuváttanina, sum skal brúkast til henda útflutning.

Landsstýrið hevur uppraðfest arbeiðið við at fáa í lag heilsufrøðiligar avtalur, og játtanin til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna varð hækkað við 800.000 kr. á fíggjarlógini.

– Frísar ræsir og atgongd til ymisku marknaðar úti í heimi er avgerandi fyri, at vinnan kann fáa sum mest burturúr, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Heilsufrøðiligar avtalur eru lykilin og fortreytin fyri, at føroyskar fiskavørur kunnu sleppa inn á útlendskar marknaðir. Landsstýrið hevur raðfest at fáa í lag heilsufrøðiligar avtalur, og økta játtanin til Starvsstovuna er oyramerkt til hetta arbeiðið.

– Landsstýrið hevur harumframt skipað eina serstaka játtan til marknaðarátøk, og Ísrael kann við sínum 8 milliónum íbúgvum verða ein áhugaverdur marknaður.

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo