Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Bátatreff í Søldafirði

Aftur í ár skipar Kongshavnar Frítíðarsiglarar fyri bátatreffi fríggjakvøldi 6. Mai, upphiting til bátafestivalin á Toftum, leygardagin 7. mai.

Klokkan 17-24 er møguleiki at fara í heitar pottar.

Kl. 19 bjóðar borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen vælkomin.

Kl. 19 grilla vit pylsur og búffar, okkurt leskandi verður afturvið.

Tá liðugt er at eta, verður felagssangur har eitt harmonikulið spælir undir.

Leygarmorgun verður morgunbreyð at fáa, áðrenn kósin verður sett í Skálabotn kl. 12, har bátarnir fylgjast út á Toftir.

Kongshavnar Frítíðarsiglarar