Føroya størsta verkætlan, Eysturoyartunnulin, verður boðin út í næstum, og gongst eftir ætlan, verður koyrandi ímillum Eysturoynna og Streymoynna um 3-4 ár. Sambært ferðslumetingum fara umleið 7500 bilar at koyra til Havnar dagliga, og hetta talið fer alsamt at økjast við árunum.
Alt meðan hendan framburðs verkætlan er í fullari gongd, er lítið og onki gjørt við ferðsluviðurskiftini í høvðusstaðnum, sum skal taka ímóti allari ferðsluni. Tað er alneyðugt at fáa sett sjóneykuna á ferðsluviðurskiftini í høvuðsstaðnum, har størsta ferðslan í landinum er. Ytri ringvegur, sum annars hevur ligið sum ein kastibløka ímillum myndugleikarnar síðani 2002, má setast ovast á politisku dagsskránna, bæði á Løgtingi eins og í býráði. Enn eru ongir pengar játtaðir á landsins fíggjarlóg til ytra ringveg í Havn. Tað er alt annað enn nøktandi. Verður hetta ikki gjørt, kunnu vit vænta, at ferðsluviðurskiftini í Havnini enda í einum ruðuleika.
Eysturoyartunnulin fer ikki bert at vera til gangs fyri eysturoyingar og norðoyingar. Tunnulin fer sanniliga at hava nógvar jaligar avleiðingar fyri miðstaðarøkið, bæði hvat viðvíkur handilsslívið, tænastuveitingar, matstovur, kafeeir og vinnulívið annars. Heldur enn at seta sjóneyguna á forðingar við verkætlanini, eiga vit at gera okkum til reiðar til ein øktan vøkstur í høvuðsstaðnum
Havnar Framburðsfelag, felagið fyri framburði í Havn.
Nevndin fyri Havnar Framburðsfelag