Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Lønarútgjaldingarnar 8,5% hægri higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør

Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við apríl mánað. Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í apríl 713 mkr, ið er 7,7% meira enn sama mánað í fjør. Samlaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 4 mánaðirnar av árinum eru 8,5% hægri í mun til somu mánaðirnar í 2015. Árliga broytingin í samlaðu lønarútgjaldingunum í 2015 í mun til 2014 var 6,3%. Í løtuni er árliga broytingin 6,8%, ið er nøkulunda sama stigið sum fyri undanfarnu mánaðirnar av 2016.

 

(trýst á mynd, so hon gerst størri)

Sí fleiri hagtøl í hagtalsgrunninum.

Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.