Home Fólk & Samfelag 25 ára starvsdagur

25 ára starvsdagur

by OML

Í sambandi við at John Færø, trivnaðarstjóri hevur starvast hjá Klaksvíkar kommunu í 25 ár, varð skipað fyri hátíðarløtu í býráðshúsinum í dag.
Borgarstjórin helt røðu og handaði John blómutyssi. Eisini hugleiddi John um tíðina, sum hevði runnið skjótt.

Eftir hátíðarløtuna varð boðin ein betri biti, har starvsfólkini í umsitinigini vóru til staðar og annars fagnaðu starvsfelaganum, John Færø, trivnaðarstjóra.
Fleiri myndir

13-05-2016

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.