Home Fólk & Samfelag Fólkavøksturin heldur fram í sama lag

Fólkavøksturin heldur fram í sama lag

by OML

Fólkatalið var 49.331 tann 1. apríl í ár og er vaksið við 591 fólkum síðani 1. apríl í fjør. Tað svarar til 1,2%, ið er stórur fólkavøkstur í einum 12-mánaðarskeiði. Hetta kemur í fyrsta lagi av eini nettotilflyting á 366, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í øðrum lagi av einum burðaravlopi á 225, ið er munurin millum fødd og deyð. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið síðstu fjúrtan árini.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum, sum er hend síðan veturin 2013-14 og tykist at halda fram, kemur av stórum broytingum í flytingini millum Føroyar og útlond. Tilflytingin er vaksin nakað, men serliga er tað fráflytingin, ið er minkað nógv. Samanborið t.d. við 2012 er árliga tilflytingin nú 211 fólk størri enn tá, og fráflytingin 508 fólk minni tá. Í 2012 minkaði fólkatalið við 142 – nú er tað vaksið við 591. So at siga allur vøksturin í fólkatalinum kemur av hesi broyting í flytingini, tí burðaravlopi er næstan óbroytt, tað var 211 í 2012 og er nú 225.

 

Nú veksur yngri parturin av fólkinum næstan líka nógv sum tann eldri

Síðstu trý áratíggjuni hevur verið ein veksandi skeivleiki í aldursamansetingini tann vegin, at tann partur av fólkinum, ið er yngri enn 40 ár, hevur verið støðugt minkandi, samstundis sum tey, ið eru 40 ár og eldri, eru blivin støðugt fleiri.

Ein positiv broyting er hend í hesum veksandi skeivleikanum, soleiðis at nú er talið av tí yngra partinum av fólkinum aftur farið at veksa, takkað verið broytingini í flytingini, við at færri av teim ungu flyta úr Føroyum og fleiri flyta til Føroya.

Hetta sæst í myndini niðanfyri. Síðani 1. jan. 2014 er tann eldri parturin av fólkinum vaksin við 666, men nú er tann yngri parturin eisini vaksin munandi við 512 fólkum í sama tíðarskeiði.

 

Størsti fólkavøkstur í Streymoyar, Eysturoyar og Vága sýslum – stór minking í Suðuroy

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar nógv í Suðuroy. Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,2% hetta 12-mánaðarskeiðið, er tað ein minking í Suðuroy á 1,8%, sum ger at tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og restina av landinum.

Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 311. Men lutfalsliga er størsti vøksturin í Streymoyar sýslu annars og í Vága sýslu við 1,8%. Síðan er vøksturin 1,7% í Tórshavnarøkinum og 1,5% í Eysturoyar sýslu. Vøksturin er nakað minnið í Norðoya sýslu við 1,1%.

Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar og Runavíkar kommunum við ávikavist 372 og 90 fólkum. Í Klaksvíkar kommunu vaks fólkatalið við 52, í báðum kommunum í Vága sýslu við tilsamans 56 og í Sunda kommunu við 32.

Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar, Vágs, Hvalbiar og Fuglafjarðar kommunum. Lutfalsliga er størsta minkingin í Húsa kommunu.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum – uttan í Svínoy og Nólsoy, har fólkatalið aftur veksur nakað. Í stóru oyggjunum er tað bara minkandi fólkatal í Suðuroy, meðan tað er vaksandi í Streymoy, Eysturoy, Borðoy, Vágoy og Viðoy.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Hagstova Føroya » 13. mai 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.